Nú byrja rennikappingarnar aftur

TíÐindaskriv

 

Fyrsta rennikappingin í ár verður hildin leygardagin í Runavík. Tað er tann árliga 10 km kappingin, ið Roysnið skipar fyri.

Eins og undanfarin ár verður byrjað omanfyri Miklagarð. Runnið verður úteftir til Sjómansheimið, har sneitt verður oman á keiina. Síðan verður runnið inn eftir Gulasteinsvegi og niðan á vegin áraka Føroya Banka, har sneitt verður úteftir aftur. Henda leið skal rennast góðar 9 ferðir.

Seinastu ferð koma rennararnir á mál við Sjómansheimið.

Bestu tíðir í hesi kappingini hava Sunnevá Bjarnastein, ið rann 39,51 min í 1999 og Guttorm Sørensen, ið rann 33,20 min í 1998.

Annars undirstrika fyrireikararnir, at øll eru vælkomin at luttaka leygardagin. Hóast vinnandi kvinnan og maðurin fáa steyp, eru vanliga nógv, ið serliga renna við fyri at kappast við seg sjálvan.

Kappingin byrjar leygardagin kl. 14.30. Tilmelding er við Sjómansheimið hálvan tíma undan kappingini.