Nú eigur løntakarin at fáa kompensasjón

Øll fegnast vit um ta framgongd, sum verið hevur í samfelag okkara seinastu árini, og øll vilja vit gera okkara til, at landsins búskapur kemur á eitt trygt og forsvarligt støði.

Tó eiga vit at gera okkum púra greitt, at tann stættin, ið hevur borið tyngstu byrðarnar í krepputíðini, nú eigur at fáa sína kompensasjón.


Bara tað at tøka reallønin í dag er 22% lægri, enn hon var í 1990, átti at givið okkara kosnu monnum og kvinnum nakað at hugsa um. Nú er tíðin komin hartil, at løntakarafjøldin, barnafamiljurnar og pensjónistarnir fáa sítt afturborið.


Tað er eyðsæð, at ein partur av hesi kompensasjón skal avgreiðast á arbeiðsmarknaðinum - men tørvur er eisini á politiskum tiltøkum, so bøtast kann um tann økta ójavna, ið kreppan hevði við sær.


Tá krepputiltøk verða framd, er tað altíð tey lágløntu, ið mugu svíða. Javnan hoyra vit undanførsluna, at so má vera, tí tað er skatturin frá tí láglønta, ið munar í landskassanum. Tað kann vera, at so er, men tá okkara kosnu so altráðir taka frá teimum lágløntu í krepputíðum, so eiga teir líka altráðir at lata somu bólkum skattalætta, tá tað gongur betur - men so tykist ikki vera.


Samgongan, ið nú situr, hevur eina ógvuliga borgarliga slagsíðu. Undanfarna samgongan hevði eina sambandska slagsíðu, við tað, at Fólkaflokkurin mátti selja sína sjálvstýrishugsjónir til frama fyri at føra borgarligan politikk. Í hesi samgongu er tað tann parturin av Tjóðveldisflokkinum, ið roknar seg sum vinstravendan, ið hevur selt síni sosialistisku sjónarmið fyri at sleppa at føra sjálvstýrispolitikk.


Hetta er stórt spell, og kunnu vit tí bert hopa og vóna, at tað fer at eydnast Javnaðarflokkinum - saman við øðrum - at fáa framt ítøkilig tiltøk, ið bøta um sosiala ójavnan.


Eins og landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum gjørdi tað, so fara vit á hesum stað áhaldandi at minna flokkin á givin vallyfti - eitt nú at hækka fólkapensjónina, lestrarstuðulin, at javnseta tey, ið fáa sjúkradagpening, um barnsburðargrunn o. s. fr.


Við at fáa kjak í lag um hesi viðurskifti, vilja vit eisini leggja trýst á tann partin av samgonguni, sum eisini hugsar um sosialu viðurskifti okkara.


Vit byggja einki land av sosialari armóð. Men við eini rættvísari føroyskar sosialari skipan, sum setur vælferðina í hásæti, hava vit lagt støðið undir einar sjálvberandi Føroyar.