Bretsku hermenninir, sum hava eftirlitið við Suðurirak, hava róst sær av friðinum, og teir hava havt hug at leggja amerikanarar undir at fara ov harðliga fram og at eggja til ófrið.
Men gjáramorgunin var friðurin í Basra úti. Klokkan hálvgum sjey lokala tíð brustu tríggjar sterkar bumbur uttan fyri tríggjar løgreglustøðir. Á middegi í gjár var talið á deyðum komið upp á 58, og minst 200 høvdu fingið skaða. Millum tey deyðu vóru fleiri børn. Tey vóru á veg í skúla, tá ein av bumbunum rakti skúlabussin.
Bretsku hermenninir, sum royndu at koma teimum særdu til hjálpar, fingu at kenna, at teir eru ikki so væl lýddir kortini. Fólk tveittu grót eftir hermonnunum og róptu rakstrarróp eftir teimum, skrivar Reuters.
Stutt eftir spreingingarnar í Basra frættist, at ein bumba var brostin uttan fyri ein løgregluskúla í býnum Zubair sunnan fyri basra. Trý fólk doyðu, og fleiri fingu skaða, teirra millum tveir bretskir hermenn.
Eygleiðarar siga, at støðan hevur verið spent har suðuri í Irak, sjálvt um tað hevur verið friðarligt har. Mánadagin brustu tríggjar granatir tætt við høvuðsstøðina hjá bretsku hermonnunum í Basra.
Við álopinum í Basra í gjár eru minst 80 fólk deyð í Irak teir báðar seinastu dagarnar, og meiri enn 300 eru vorðin særd.