Í Sudan mótmæla fólk nú, at ein ungur maður doyði av løstum, sum hann fekk, tá trygdardeildir løgdu upp í eina mótmælisgongu uttan fyri lærda háskúlan í høvuðsstaðnum Khartoum í gjár.
-Mohamed Abdelrahman. Tú ert okkara pínslarváttur, hava nógvir ungir sudanar skrivað á Facebook síðani tilburðin.
Sambært Reuters-tíðindastovuni var mótmælisgongan í Khartoum ein beinleiðis avleiðing av tí, sum er hent í grannalandinum Egyptalandi. Tey ungu mótmæltu stýrinum hjá Omar al-Bashir, forseta, og hetta var tann fyrsta mótmælisgongan av hesum slagnum í Sudan.
Trygdardeildir løgdu uppí við táragassi, og í dag standa trygdardeildirnar á varðhaldi við teir lærdu háskúlarnar í Khartoum og øðrum býum. Lærdi háskúlin í høvuðsstaðnum er stongdur.
Mótmælisfólk í Sudan hava stovnað Facebook-bólkin ?Ungdómur fyri broyting?, sum hevur 16.000 limir.