Nú er 0-3 á Toftum

Alt bendir á, at EB/Streymur í kvøld verður sjey stig framman fyri næstu liðini í Formula-deildini.

Í seinna hálvleiki hevur oddaliðið gjørt bart á Svangaskarði. Arnbjørn Hansen stútaði sítt 9. mál í 9 dystum í netið til 2-0, og stutt eftir økti Bárður Olsen við langskoti til 3-0.