Nú er AB á bronsuplássi

Suðringar fingu onga føðingardagsgávu við sær suður aftur av Argjum ídag

Tað er synd at siga, at fyritreytirnar hjá fótbóltinum í Suðuroy eru góðar ídag. Klokkan sjey í morgun fór Galaxy av Drelnesi. Tað varð loyst av aftur Havnini klokkan 15. Tí var neyðugt at leggja so til rættis, at næstbesta liðið hjá Suðringum skuldi spæla á middegi á Argjum.

Hjá hinum liðunum í Suðuroy, sum í dag skuldu spæla norðanfjørðs, bar ikki til at spæla ídag, og tað bar heldur ikki til hjá teimum, sum í dag skuldu suður um fjørðin at spæla.

 

Suðringarnir hava einki stig við sær suður aftur í 125 ára føðingardagin hjá TB.

AB vann 2-0 og hevur harvið lyft seg fram á uppflytingarpláss í næstbestu deildini.

 

Teitur Midjord hjá gestunum sá reytt eftir eitt stórt korter, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur, og harvið varð mótbrekkan sera brøtt hjá Suðringum.

Beinir Henriksen setti í 28. minutti hol á, og Jobin Drangastein økti til 2-0 sjey minuttir eftir steðgin.

 

AB er – í hvussu so er í nakrar tímar – nummar trý og harvið á uppflytingarplássi við fimtan stigum, og Suðringar eru á sætta plássi við tíggju stigum.

 

Víkingur og HB spæla í Leirvík í løtuni, og klokkan 16 verður grannauppgerð á Svangaskarði milum B68 og toppliðið NSÍ.