Nú er arbeiðsbólkur settur at fyrireika tunnil til Suðuroyar

Nú er ein arbeiðsbólkur settur at fyrireika ætlanina at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tað er Samferðslumálaráðið, sum hevur sett arbeiðsbólkin við tí endamálið, at hann skal kanna og útgreina møguleikar, fyrimunir og vansar fyri at gera tunnil úr Sandoynni til Suðuroyar. 

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, sigur, at tað hevur týdning at gera forkanningar, meðan arbeiðið við Sandoyartunlinum er í gongd fyri at kunna meta um fyrimunir ella vansar at byrja upp á Suðuroyartunnilin. 

 

Hann staðfestir, at arbeiðið at bora ein Suðuroyartunnil er ein stór verkætlan, sum ikki kann setast í gongd fyrr enn allar fortreytir eru til staðar. Tí verður arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum eisini at gera kostnaðarmetingar, tíðarætlan og at kanna fíggjarmøguleikarnar. 

 

Afturat hesum leggur landsstýrismaðurin dent á, at tað hevur stóran týdning at kanna møguleikarnar fyri einum Suðuroyartunli sum skjótast, tí at ein tílíkur tunnil fer at verða Suðuroynni til stórt gagn, bæði tá ið tosað verður um at menna ferðavinnuna og eisini vinnulívið í Suðuroy. 

 

Arbeiðsbólkurin, ið skal fyrireika komandi Suðuroyartunnilin, hevði sín fyrsta fund í dag og hann væntandi verður hann liðugur fyri 1. juni í ár.

 

Á myndini er arbeiðsbólkurin saman við Heðini Mortensen, landsstýrismanni. Frá vinstru eru tey Armgarð Steinholm, Landsverk, Theresa Kreutzmann, ráðgevari, Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, Einar Brimnes, verkfrøðingur, Teitur Samuelsen, stjóri, Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður, Barbara Thomsen, fulltrúi, Bergur Poulsen, sum er  formaður, Ingibjørg Berg, ráðgevari og  Tórir Michelsen, Fíggjarmálaráðið.