Nú er bara ein lítil partur eftir

Nú er talið á lomviga minkað niður í einki av tí tað var fyri 50 árum síðani

Tað stendur einki serligt til við sjófuglinum undir Føroyum. Løgtingið viðger eitt uppskot frá teimum báðum løgtingslimunum fyri Javnaðarflokkinum, Jóhannisi Joensen og Ingilín Didriksen strøm, um at skipa fyri regluligum fuglateljingum fyri at vita, hvussu støðan er, tí tað er fortreytin fyri at veiðan eftir fugli kann ver burðardygg.

Í hesum sambandi hevur Jóhannis Danielsen, fuglaserfrøðingur, givið Løgtinginum nøkur tøl frá fuglateljingum, sum hava verið. Og tey tølini vísa, at hesi seinastu árini er talið á lomviga í Føroyum, minkað næstan tveir triðingar. Í eini fuglateljing frá 1972, varð mett, at 60.000 lomvigar eru í Føroyum, men í eini fuglateljing frá 1997 – 1999, var talið komið niður á 25.000.

Tølini fyri kanningina frá 2010-2014, eru ikki tøk, enn men tað er greitt, at talið er farið enn longur niður.

Samstundis vísir Fuglafrøðifelagið á, at havhestur er í vanda í Evropa, eisini í Íslandi og í Noregi. Lundin er í vanda, ella næstan í vanda, í Evropa, men í Íslandi er hann í álvarsligum vanda og í Noregi er hann viðbrekin.

Í Evropa er lundin ikki hóttur, ella næstan ikki, men í Íslandi er hann viðbrekin og í Noregi er hann í álvarsligum vanda. Álkan er ikki hátt, ella næstan ikki, í Evropa, men í Íslandi er hon viðbrekin og í Noregi eg hon í vanda. Hinvegin eru hvørki súla, ella skrápur, hóttir í Evropa, men í Íslandi eru viðbreknir, men úr Noregi eru ikki upplýsingar um tað.

Fuglafrøðifelagið sigur at tað er ringt at meta um aðrar fuglastovnar, eitt nú heiðafugl. Tey siga, at nógv verður gitt, og slíkar gitingar kunnu lættliga gerast hálvir sannleikar hjá fólki. Men tey leggja afturat, at við ítøkiligum teljingum slepst undan misskiljingum, tí so fæst ein greið fatan av, hvørji fuglasløg hava tørv á serligum verjuátøkum.

Tí vóna tey, at Løgtingið tekur undir við at seta fuglateljingar í verk í Føroyum. Tey vísa eisini á, at sum heild eru nógvir fuglastovnar, og nógv fuglasløg, fyri afturgongd, og hetta er uttan iva eisini støðan í Føroyum.

– Fyri nakrar føroyskar stovnar er afturgongdin greið, eitt nú hjá fleiri sjófuglasløgum, sum verða veidd, sigur Fuglafrøðifelagið.

Tey vísa á, at tað tykist tað vera trupult at taka poliskar avgerðir um, hvussu hesir stovnar skulu umsitast, lutvíst orsakað av manglandi vitan um teir. Fuglafrøðifelagið heldur, at tí er tað neyðugt at fáa dygdagóðar stovnsmetingar, sum eru grundaðar á teljingar um alt landið, og sum kunnu verða grundarlag undir poliskum og fyrisingarligum avgerðum í sambandi við teir fuglastovnar, sum vit veiða burtur av.