Nú er borgarakríggj í Sýrialandi

Reyði Krossur sigur nú, at støðan í Sýrialandi er so ring, at tað ber til at tosa um eitt landsumfatandi borgarakríggj. Metingin hevur stórar týdning í løgfrøðiligum høpi, tí er talan um borgarakríggj, skulu teir stríðandi partarnir fylgja Geneve-sáttmálanum. Tað merkir eisini, at fólk kunnu ákærast fyri krígsbrotsverk, og at tey kunnu koma fyri Krígsbrotsmannadómstólin í Haag.

Fyrrverandi sýriski diplomaturin Nawaf Al-Fares, sum hevur vent stýrinum bakið og er flýddur til Qatar, er sera hvassorðaður um sínar gomlu arbeiðsgevarar og vinir í Damaskus. Sambært honum fer Bashar al-Assad, forseti, ikki frá, fyrr enn hann verður tvingaður frá valdinum við makt.

-Eg taki undir við hernaðarligari uppílegging. Eg kenni hetta stýrið. Teir fara ikki frá, fyrr enn teir verða riknir frá, sigur Nawaf Al-Fares.

Teir seinastu dagarnar hava bardagarnir í Sýrialandi breitt seg inn í sjálvan høvuðsstaðin.