Nú er hann afturvaldur til borgarstjóra

Eitt umboð fyri Javnaðarflokkin atkvøddi fyri honum og tvey atkvøddu ímóti

 

Tað er nú greitt, at tað verður Kristin Michelsen, sum verður borgarstjóri á Tvøroyri hesi næstu fýra árini.

Tað varð staðfest á býráðsfundi á Tvøroyri í kvøld, tá ið nývalda býráðið skipaði seg. Á kommunuvalinum gjørdi Felagslistin, sum Kristin Michelsen var valevni á, reint borð og fekk fýra av teimum sjey býráðslimunum. Sostatt fekk hann meirilutan einsamallur, samstundis sum Javnaðarflokkurin lá eftir á og fekk tríggjar býráðslimir og kom í minniluta.

Og á býráðsfundinum í gjárkvøldið, var bara eitt uppskot til borgarstjóra. Tað var Kristin Michelsen. Og tá ið atkvøtt varð um hann, fekk hann  fimm atkvøður við tað, at umframt teir fýra býráðslimirnar fyri Felagslistan, atkvøddi eisini Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum fyri at gera Kristin Michelsen til borgarstjóra. Hinir báðir býráðslimirnir hjá Javnaðaflokkinum, Kristina Roest og Súsanna Bertholdsen, atkvøddu ímóti.

Síðani skeyt Kristin Michelsen upp at velja Anitu Vibergsdóttir til varaborgarstjóra, og hon varð vald einmælt.

Kristin Michelsen er eisini borgarstjóri í núverandi býráðið og Anita Vibergsdóttir er varaborgarstjóri, so tað eru somu oddafólk, sum standa á odda fyri býráðnum hesi næstu fýra árini, sum eisini havi staðið á odda fyri býráðnum hesi seinastu fýra árini.

Kristin Michelsen takkaði fyri álitið, og hann takkaði eisini Bjarna Hammer fyri, at hann hevði tikið undir við, at hann skuldi verða borgarstjóri.

Men hann gjørdi samstundis greitt, at hann hevði onga viðmerking yvirhøvur til Súsonnu Bertholdsen og Kristinu Roest eftir at tær høvdu atkvøtt ímóti at hann varð borgarstjóri, tí hann segði, at tað var siðvenja allastaðni, at semjast um tann borgarstjóran, sum meirilutin skeyt upp.