Nú er Hanus Hansen órímiligur

Tað hevur einki við fiskivinnunýskipanina at gera, at Sjúrðarberg verður seldur, sigur løgmaður

–  Eg eri ógvuliga harmur um, at manningin á Sjúrðabergi missir arbeiðið, men at Hanus Hansen selur eitt skip, er helst tí at tað er gott fyri fyritøkuna. Tað hevur als einki við fiskivinnunýskipanina at gera. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

 

Hann vísir á, at seinastu árini hava trý reiðarí fingið alla kvotuna í Barentshavinum, menvið fiskivinnunýskipanini fingu hesi trý reiðaríini 85 prosent av kvotuni. Hini 15 prosentino vórðu seld á uppboðssølu. Somu reiðarí keyptu so at siga alla kvotuna, og hava tískil nøkulunda somu kvotu at fiska í 2018, sum tey vildu havt uttan fiskivinnunýskipanina. 

 

– Tað harmar meg almikið, at manningin á Sjúrðabergi hevur mist arbeiðið. Men lat tað vera greitt, at fiskivinnunýskipanin ikki kann vera orsøkin til, at Hanus heldur seg vera noyddan at selja, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann vísir á, at í 2017 var føroyska kvotan í Barentshavinum eini 30.000 tons. Hetta er methøg kvota, og tíbetur hevur kvotan í Barentshavinum seinastu fýra árini verið sjáldsama høg. Sambært ICES eru fiskastovnarnir nú verri fyri, og tí gjørdu Russland og Noreg av at lækka heildarkvotuna eini 10 prosent, soleiðis at føroyska kvotan er eini 27.000 tons í ár. 

 

– Hetta hevur einki við fiskivinnunýskipanina, samgonguna ella føroyskar myndugleikar at gera, staðfestur løgmaður

 

Hóast kvotan er lækkað nakað í ár, er føroyska kvotan upp á 27.000 tons væl oman fyri miðal fyri, hvat kvotan hevur verið mongu seinastu árini. Ábendingar eru um, at Noreg og Russland fara at lækka heildarkvotuna í Barentshavinum meira næsta ár, men framvegis verður kvotan helst yvir miðal.

 

– Tað er harmiligt, at kvotan lækkar, men á ongan hátt ókent fyri tey, sum virka í fiskivinnuni, tí kvoturnar broytast alla tíðina, eisini í Barentshavinum. Til dømis lá føroyska kvotan í Barentshavinum fyrst í hesi øldini í fleiri ár millum 13 – 16.000 tons. Hví JFK selur eitt skip nú, tá ið kvotan er væl oman fyri miðal, má Hanus Hansen svara fyri, men allarhelst er tað tí, at hetta er gott fyri fyritøkuna. 

 

– Men at geva fiskivinnunýskipanini skyldina er órímiligt, tí JFK hevur nøkulunda somu kvotu í Barentshavinum við fiskivinnunýskipanini, sum tey høvdu havt uttan nýskipanina, sigur Aksel V. Johannesen.