Nú er hon sett sum sjúkrasystrastjóri á Frederiksberg

Í juni mánað varð Anna Guttesen, sjúkrasystir, við víðari útbúgving í MPA, sett sum umboðskvinna at verða sambindilið millum føroyska og danska sjúkrahúsverkið. Hon hevur hvørki hoyrt orð ella eið síðani í summar, og hevur nú tikið av tilboðnum at gerast sjúkrasystrastjóri á Frederiksberg Hospital: ­ Tað er spell, tí neyvan er nakar persónur tøkur, sum hevur so neyvt innlit í føroyskum eins væl og í donskum viðurskiftum á hesum øki, sigur Anna Guttesen

Tað hevur leingi verið í umbúna at seta á stovn eitt umboð fyri føroyska sjúkrahúsverkið í Danmark. Hetta umboðið skuldi átaka sær at hava eftirlit við viðgerð o.ø., og samstundis at taka sær av sjúklingum, sum fara til Danmarkar.

Í summar varð starvið lýst leyst, men starvslýsingin segði einki um, hvønn lønarflokk starvið skuldi flokkast undir, av tí at tað ikki var viðmerkt, hvørja útbúgving viðkomndi skuldi hava.


Frætti einki aftur

Anna Guttesen var ein av umsøkjararunum, sum var biðin um at koma til starvssamrøðu við sjúkrahusstjóran, sum tá var fyribils settur.

Hon fekk starvið, men hoyrdi annars einki aftur úr Føroyum. Hon hevur annars frætt, at trupulleikin var, hvussu hon lønarliga skuldi flokkast.

Talan var eisini um, hvørt Sjúkrasystrafelagið í Føroyum ella tað í Danmark skuldi føra lønarsamráðingarnar í samband við nýggja starvið, men har spurdist einki burtur úr.

Tá tað nú stóð Onnu Guttesen í boði at gerast sjúkrasystrastjóri á Frederiksberg Hospitali, tók hon av. Hon byrjar i nýggja starvinum um stutta tíð.


Bestu møguleikar

og førleikar

Anna Guttesen hevði bestu møguleikar og førleika at røkja starvið sum umboðskvinna fyri føroyskar sjúklingarn í Danmark. Hon hevur arbeitt sum sjúkrasystir í nógv ár, hevur verið fakfelagsformaður í deild í danska sjúkrasystrafelagnum í 19 ár, og hevur víðari útbúgvingvingina MPA, sum er útbúgving innan almenna umsiting.

­ Eg var til setanarsamrøðu í summar, og eg havi ringt til Heilsumálastýrið fyri at vita, hvussu støðan var viðvíkjandi starvinum, men einki frætt aftur - annað enn at onkur eitt kvøldi, tá eg ikki var inni, sigur Anna Guttesen.


Vildi fegin arbeitt

fyri føroyingar

­ Tað er hugstoytt at avvarðandi myndugleikarnir i Føroyum hava lorkað hetta starvið burtur. Hetta var ein spennandi avbjóðing, har starvið skuldi byggjast upp, og serliga at tað hevði samband við føroysk viðurskifti, sum eg fegin vildi gjørt nakað fyri at bøta um.

­ Nú eri eg 54 ára gomul, og eg havi ikki stundir at bíða eftir føroysku myndugleikunum, men kenni eisini, at eg ikki skyldi teimum nakað. Tí tók eg við sum sjúkrasystrastjóri, sigur Anna Guttesen.

Hon verður limur í leiðsluni á hospitalinum, og skal serliga taka sær av sjúkrarøktini, og gleðir seg at fara til verka.

Anna Guttesen var annars sera væl búgvin til nýggja føroyska starvið. Hon kennir føroyska sjúkrahúsverkið og hevur sum fakfelagskvinna í Danmark havt neyvt samstarv við sjúkrahúsverkið í Danmark, og hevur innlit sum fáur.

­ Tað hevði annars gjørt tað lættari at fáa umboðsstarvið bygt upp, sigur Anna Guttesen.

Eingin føroysk sjúkrasystir hevur somu útbúgving sum Anna Guttesen, og hon kennir øll fólkini sum hon í hesum starvi skuldi samstarva við.

­ Tað er minst líka so umráðandi sum alt tað, ið hevur við fakliga økið at gera, sigur Anna Guttesen.


Lønarsamráðingarnar gjørdust drúgvar

Maria á Dul, starvsfólkastjóri í Almanna- og Heilsumálastýrinum, visti ikki,at Anna Guttesen hevði fingið annað starv.

Um orsøkina til at henda starvssetanin tók drúgva tíð at faá í rættlag, er, at starvið, sum er nýtt, skuldi flokkast í ein ávísan lønarbólk.

­ Tað er fíggjarmálastýrið, sum hevur samráðst við danska sjúkrasystrafelagið um lønarspurningin, og so vítt eg veit, eru samráðingarnar ikki lidnar enn.

­ Slíkar samráðingar eru ofta drúgvar, men eg hugsi ikki, at vit høvdu væntað at starvið var greitt at fara til fyrr enn í oktober - november mánað, sigur Maria á Dul, sum váttar, at Anna Guttesen hevði fingið játtað starvið, men at hon eisini hevði fingið at vita, at hon skuldi hoyra nærri, tá samráðingarnar og lønarflokkingin var í lagi.

Í fíggarmálastýrininum var tann embætismaðurin, sum hevur ført lønarsamráðingarnar, ikki at hitta í gjár.


Ætlaninar detta

ikki burtur

Helena Dam á Neystbø, landsstýrismaður, harmast, at Anna Guttesen er farin í annað starv.

­ Tað kunnu vit bert taka til eftirtektar. Lønarsamráðingarnar halda fram, tí eitt fólk skal setast í starvið, og ætlanirnar um at stovna hetta, detta ikki niðurfyri. Nú mugu vit lýsa starvið av nýggjum,sigur Helena Dam á Neystabø.