Nú er klárt til finalurnar

Tá byrjar steypafinalan í kvinnuflogbólti nevnliga.

Hjá kvinnunum stendur dysturin millum SÍ og Fleyr, og hvørgin teirra hevur áður vunnið steypakappingina.

Hjá monnum spæla SÍ og ÍF, sum fýra ferðir áður hava dystast um steypið. Mansfinalan byrjar klokkan 16.

Báðir dystirnir verða sendir beinleiðis í sjónvarpinum, men hesa ferð verður ikki varpað út í Útvarpinum hjá Kringvarpinum.