Nú er lagaliga løtan til felags suðuroyarlið

(Ljóðbrot frá Rás2) Hoyr partin av fótbóltspanelinum á Rás2, har Símun Samuelsen var gestur

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr partin av fótbóltspanelinum á Rás2, har Símun Samuelsen vitjaði Trónd Arge í Rásarúminum.

 

Tróndur Arge og Símun Samuelsen fóru víða um í prátinum um føroyskan fótbólt, har m.o. 07Vestur, Skála, ÍF og HB komu undir luppin.

 

Viðvíkjandi einum felag suðuroyarliðið, so heldur Símun Samuelsen, at nú er tann lagaliga løtan til at fáa eitt felags suðuroyarlið í bestu fótbóltsdeildini, sum kann kappast við hini liðini.

 

Í prátinum var eisini komið inn á fótbóltsframtíðina hjá Símuni Samuelsen.