Nú verða parkeringarbøtur í plastlumma fortíð í Havn. Parkeringsgjøld á girokorti hava altíð verið í einum plastlumma fyri at verja blekkið á bótini móti regni, men nú vinkar Tórshavnar kommuna farvæl til plastið.
Plastið verður nevniliga skift út við eina pappírsál, sum vatn ikki rínur á. Parkeringsgjaldið er broytt til umhvørvisvinarligt tilfar, ið verður niðurbrotið náttúrliga, og tískil er hetta ein burðardygg loysn.
Tórshavnar kommuna sigur, at farið verður burtur frá plastlummanum fyri á henda hátt at avmarka plastdálking.
##med2##
Hesar verða ikki at síggja longur