Heilivágsfyritøkan Pfizer/BioNTech hevur fyri hørðum atfinningum, tí fyritøkan ikki hevur megnað at veita so nógv koppingarevnið, sum lovað var. Eitt nú hevur ES nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen kravt, at Pfizer heldur síni lyfti.
Í dag boðar Pfizer/BioNTech frá, at fyritøkan fer at liva upp til lyftið um at veita ES samveldinum 75 milliónir skamtar av covid-19 koppingarevni í fyrsta ársfjórðingi. Pfizer/BioNTech arbeiðir við at økja um veitingina av koppingarevni longu frá 15. februar. Føroyar fáa umvegis Danmark koppingarevni frá felags innkeypinum hjá ES.
Ursula von der Leyen skrivar á Twitter, at Pfizer/BioNTech hevur lovað at lata ES 75 milliónir skamtar av covid-19 vaksinu fyrsta ársfjórðing, og at ES samanlagt fer at fáa 600 milliónir skamtar í ár. Ursula von der Leyen sigur, at málið er hava koppsett 70 prosent av øllum vaksnum borgarum í ES, tá ið summarið er liðugt.
Pfizer/BioNTech roknar við, at tey fara at framleiða tvær milliardir skamtar av covid-19 koppingarevni í ár.