Nú er Neistin oddalið

Saman við StÍF hevur Neistin annars kappast í oddinum fyrstu umførini hetta kappingarárið, men í dag var tó eingin ivi.

Neistin leyp alt fyri eitt avstað undan mótstøðuni, og hóast strandingar royndu at toga aftur, so eydnaðist hetta ongan tíð av álvara.

Cristian Preda varð aftur í dag tann av spælarunum hjá StÍF, sum skoraði flest mál. Hann skoraði 8 ferðir. David Edvardsen og Jugoslav Djumic skutu 12 mál í part fyri Neistan.

 

StÍF-Neistin 26-36 (13-17)