Nú er SÍ niðast

Flogbóltur: Tað eydnaðist ÍF at basa sørvingum og nú hava liðini býtt um pláss í meistaradeildini hjá monnum

ÍF-SÍ 2-0


Tað eydnaðist ÍF at vinna dystin móti sørvingum á Kambsdali leygardagin og við sigrinum hava liðini býtt um pláss í meistaradeildini.

Talan var ikki um nakran stóran dyst, men tað eru fuglfirðingar líkaglaðir við, tí kappingarárið er nú um at vera av og tað sær út til, at støðan, sum hon er nú, verður endastøðan.


Illa mannaðir

Sørvingarnir vóru, sum skilst, ikki væl fyri, tá teir komu til Fuglafjarðar. Liðið teir møttu við var ikki tað sterkasta, sum teir kunnu seta saman og úrslitið varð hareftir.

Hjá ÍF var lítið mætari. Eisini teir høvdu skravað tað saman, sum kundi finnast, men hjá teimum vísti tað seg at vera nóg mikið til at vinna dystin.

Bjarni Joensen, veteranur hjá ÍF sigur, at spælið var ikki nakað at reypa av, men ÍF var betra liðið allan vegin ígjøgnum.

»Tað var uppiborið, at vit vunnu dystin, haldi eg« sigur hann »og tað var ikki so galið, at kunnu sníkja seg fram um teir í stigatalvuni«.

Og nú kann hann við góðari samvitsku seta skógvarnar á hylluna.


Bróta úr nýggjum

Bjarni Joensen er ikki nakar nýggjur maður í føroyskum flogbólti, minni enn so. Fyri nógvum árum síðani varð hann við Mjølnir, men tá hann flutti til Fuglafjarðar at búgva, fór hann at spæla við ÍF. Seinasta ár, gjørdist hann meistari við ÍF, og nú heldur hann tíðina verða komna til at seta skógvarnar frá sær og lata aðrar sleppa framat.

»Tí var tað gott, at vit sluppu av niðasta plássinum«, sigur Bjarni Joensen »tað hevði ikki verið nakað serligt, at enda karrieruna við einum síðstaplássi«.

Hóast Bjarni væntar, at fáa fleiri dystir í bestu deildini, so ætlar hann sær í staðin at hjálpa teimum yngru spælarunum at byggja eitt nýtt lið upp.

»Vit hava tilfar í felagnum, men tað tekur tíð, at gera eitt gott lið burtur úr tí. Leggja vit okkum eftir at byggja tað upp, so kann ÍF aftur hava eitt gott lið um eini fýra fimm ár, og eg haldi, at tað er tað rætta at gera«, sigur Bjarni Joensen.