Tað er framvegis í miðstaðarøkinum, hr fólkatalið í Føroyum veksur mest. Tað vísir tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir gongdina í fólkatalinum. Og miðstaðarøkið, tað er Eysturoy, Suðurstreymoy og Vágar. Í Siðurstreymoy er fólkatalið vaksið 1,9 prosent hetta seinasta árið og í hinum økjunum er tað vaksið 1,6 til 1,8 prosent.
Sum vit skrivaði í áðni, er vøksturin tálmaður. les meiri her: Nú er vøksturin tálmaður
Í Norðoyggjum er fólkatalið vaksið 0,9 prosent hetta seinasta ári og í Norðurstreymoy er tað vaksið 0,8 prosent.
Men Hagstovan sigur, at tað merkisverda er, nú er Sandoyggin eisini komið upp í part, tí har er fólkalið eisini vaksið 1,6 prosent, ella tað sama sum tað er vaksið í Eysturoy.
– Tað er bara í Suðuroy, at tað enn gongur skeivan tí tað dragnar alt meir ímillum Suðuroy og restina av landinum, sigur Hagstovan.
##med2##
Í myndini oman fyri sæst gongdin týðiliga og on er, at hesi seinastu seks, sjey árini er tað í miðøkinum Eysturoy, Suðurstreymoy og í Vágum, har fólkatalið veksur skjótast. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Og aftast koma Sandoyarøkið og Suðuroy.
Hagstovan sigur, at nú býr 39 proent avav øllum Føroya fólki í Suðurstreymoy. Í Eysturoy búgva sløk 23 prosent av fólkinum í Føroyum. Í Suðuroy býr 8,8 prosent av Føroya fólki, fyri 35 árum síðani, í 1985, búðu 13 prosent av Føroya fólki í Suðuroy.