Nú er seinasta vónin hjá fámjiningum at fáa tunnil á hesum sinni, slóknað. Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot um at bjóða arbeiðið at gera tunnil til Dals, út, soleiðis at hann kann verða gjørdur sum skjótast.
Í hesum sambandi fekk tunnilin til Fámjins eisini nakað av umrøðu. Tá ið Henrik Old var landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlaði hann at fyrsti tunnilin, nýstovnaða tunlasjakkið hjá Landsverki, skuldi gera, skuldi vera tunnilin til Fámjins og síðani skuldi tunnilin til Dals gerast.
Men Samgongan tók hann av ræði og gjørdi av, at tunnilin til Dals skal verða tann fyrsti og síðani verður farið til Fámjins.
Hetta fekk Henrik Old at leggja frá sær og í hansara stað tók Heðin Mortensen við, sum landsstýrismaður. Og hevur tað verið nakar, sum sat við vónini um, at hann fór at draga Fámjinstunnilin fram aftur, varð tann vónin sløkt í Løgtinginum í gjár.
Heðin Mortensen gjørdi nevniliga púra greitt, at hann fer at halda seg til semjuna í landsstýrinum um, at tunnilin til Dals skal gerast fyrst. Samgongan hevur tikið støðu til, at Dalstunnilin skal verða tann fyrsti, og tað halda vit fast um, leggur hann afturat.
Hann heldur, at tann skjótasta og smidligasta loysnin er at halda seg til ætlanina, sum samgongan hevur lagt um at tunlasjakkið skal gera tunnilin til Dals. Tí skal tað bjóðast út, skulu fleiri kanningar gerast fyri at gera tað búgvið at bjóða út, og tær fara at taka eitt hálvt ár.
Hinvegin eru tey á Landsverki liðug at gera projektið til Dalstunnilin, og sostatt er tað klárt at senda friðingarmyndugleikunum. Vanliga brúka friðingarmyndugleikarnir einar tveir, tríggjar mánaðir at viðgera málið, og sostatt eigur at verða klárt fara undir at bora til Dals.
– Her er eingin slingur í valsinum og vit gera Dalstunnilin fyrst. Undanfarni landsstýrismaðurin vildi gera Fámjinstunnilin fyrst, men tíverri fyri fámjingar vann tað ikki frama í samgonguni, og nú halda vit okkum til tað og gera Dalstunnilin fyrst, sigur Heðin Mortensen.
Hann sigur, at størsti trupulleikin er at sleppa av við grótið úr Dalstunlinum, men hann heldur, at tað kann brúkast til at bøta um vegirnar í Sandoynni, og at breiðka vegir, har tað er tiltrongt.