Nú er TB eisini føroyameistari

Tvørágentur staðfestu føroyameistaraheitið við at vinna ein tryggan 3-0 sigur móti Fleyr í Gundadalshøllini leygardagin. Mjølnir vinnur silvur, men spurningurin um bronsuna stendur enn ósvaraður

Flogbóltur

Í 1987 bleiv TB føroyameistari í fótbólti. Tá mundi neyvan nakar gruna, at tað skuldu ganga heili 15 ár, áðrenn eitt lið av Tvøroyri aftur skuldi gerast føroyameistari. Og enn minni kundi nakar gita, at tað næsta føroyameistaraheitið skuldi koma í kvinnuflogbólti.
Men leygardagin hendi tað so, at kvinnurnar hjá TB ? í 1987 vóru tær flestu av teimum enn ikki farnar at ganga í skúla ? vunnu føroyameistaraheitið, og tað er fyrstu ferð nakrantíð, at TB hevur verið føroyameistari í flogbólti.
Hetta varð veruleiki, eftir at liðið vann 3-0 móti Fleyr í Gundadalshøllini. Mjølnir kann enn taka TB aftur í stigum, men tær fáa einki gjørt við settmunin, og tí er kappingin avgjørd, hóast bæði liðini enn hava tveir dystir eftir at leika.
Fleyr hevur ligið niðast meginpartin av kappingini, og tað varð ikki roknað við, at tær fóru at gera nakað serligt við TB-liðið. Og Fleyr fekk eisini kærleikan at kenna frá nýklaktu steypavinnarunum. 25-13, 25-22 og 25-12 er ein sera tryggur 3-0 sigur, og tá seinasti bólturin varð vunnin, kundu TB-kvinnurnar annað vikuskiftið á rað fegnast um gull. Fyrst var tað steypafinalan, og nú var tað so landskappingin.

Málið er rokkið
Tað sum hendi leygardagin, var bara staðfestingin av tí, sum leingi hevur ligið í luftini. Heilt frá byrjan setti TB seg á oddasessin, og tær sleptu honum ongantíð aftur. Tær snávaðu á heimavølli móti Mjølni í grundspælinum, men síðani tá hava tær bara hugt frameftir, og avgerðin fall í roynd og veru longu fyri einum mánaði síðani, tá tær vunnu heima móti Mjølni í endaspælinum.
Venjarin Virgar Djurhuus sigur, at tað sjálvandi kennist sera væl, nú liðið hevur vunnið bæði steypafinaluna og meistaradeildina. Hetta er tað, sum felagið setti sær fyri áðrenn kappingin byrjaði, og sigast má, at tað hevur gingið uppá stás.
- Vit fingu tveir góðar útlendskar leikarar afturat okkum, og vit vóru ikki bilsin av at fáa eina so góða
byrjan uppá kappingina. Men eg má siga, at eg var eitt sindur meira ivasamur, eftir at vit mistu venjaran og annan leikaran stutt inni í kappingini, sigur Virgar, sum sjálvur yvirtók venjingina aftaná at italski venjarin fór av landinum.
Hann heldur, at útlendsku leikararnir høvdu stóran týdning í byrjanini av kappingini, men at teirra týdningur minkaði í seinnu helvt, tá hinir leikararnir tóku størri ábyrgd.
- Tær eru sera ungar, men tær hava spælt saman síðani tær vóru um sjey ára aldur, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at tað hevur gingið so væl sum tað hevur. Tær semjast væl, ikki bert á vøllinum, men eisini uttanfyri vøllin, og tað hevur týdning. Og tá vit so eisini fingu Gudrid Nolsøe við til teir seinastu dystirnar, var tað bara prikkurin yvir iið, sigur Virgar Djurhuus.
Áhugin fyri liðnum hevur verið stórur á Tvøroyri, serliga í seinastuni, nú meistaraheitið er komið nærri og nærri.
- Tað merkist, at fólk her eru sera glað um, at tað gongur so væl. Og tað er ikki bara á Tvøroyri, men í allari oynni, sigur Virgar, sum sjálvandi vónar, at hetta fer at økja enn meir um áhugan fyri flogbólti á staðnum.
Í Suðuroynni er tað blivið til tað, at kvinnurnar á Tvøroyri leika flogbólt, meðan kvinnurnar í Vági leika hondbólt. Mansflogbóltur er hinvegin eingin í Suðuroy, men TB hevur yngri lið í dreingjadeildunum, sum um nøkur ár kanska fara at taka táttin upp eftir kvinnunum.
Vit fara her at ynskja TB og suðuroyingum hjartaliga tillukku við meistaraheitinum og við »greipuni«.

Sjáldsamur sigur til Fleyr
Áðrenn hetta vikuskiftið var Mjølnir einasta liðið, sum hevði nakran møguleika at køva meistaravónirnar hjá TB, men tann møguleikin var ikki serliga stórur. Men mjølnirkvinnurnar gjørdi sítt leygardagin við at vinna 3-1 móti Drátti í Klaksvík. Tvey tey fyrstu settini vann Mjølnir rættiliga lætt 25-12 og 25-17, men í triðja setti gjørdi Dráttur so ein vørr og vann 25-20. Men so setti Mjølnir alt upp á pláss í fjórða setti við at vinna 25-8. Annað árið á rað vinnur Mjølnir silvur, meðan Dráttur, sum vann gull í fjør, nú roynir eftir bronsuni.
Hesar royndirnar fingu tó eitt skot fyri bógvin sunnudagin, tá drátturkvinnurnar á heimavølli snávaðu móti Fleyr. Fleyr vann nevniliga tann dystin 3-2, og nú er tað knappliga ÍF, sum hevur bestu møguleikarnar fyri at enda á triðja plássinum. Dráttur ? Marina Popovic sat uttanfyri við skaða ? vann annars fyrsta sett móti Fleyr við heili 25-12, men so skiftust liðini um at vinna settini upp til 2-2. Í síðsta og avgerandi settinum vann Fleyr 15-8, og var hetta fyrsti sigur hjá fleyrkvinnunum síðani 22. desember, tá tær í fyrsta dystinum í endaspælinum vunnu 3-1 móti ÍF. Altso ein kærkomin og heldur sjáldsamur sigur til Fleyr, sum enn kann koma upp um Drátt á stigatalvuni. Men til tað krevst, at Fleyr vinnur móti Mjølni, samstundis sum Dráttur tapir móti ÍF. Spádómurin hjá okkum um, at júst dysturin millum Drátt og ÍF verður avgerandi fyri bronsuna, sær enn út til at halda. ÍF kann tryggja sær bronsumerkini, um tær vinna móti TB komandi vikuskifti, men tað er lítið sannlíkt. Tí eftir hvat skilst, so ætlar TB sær at vinna teir báðar írestandi dystirnar, sjálvt um tað ikki er neyðugt hjá teimum.

Úrslitini um vikuskiftið:
Fleyr-TB 0-3 (13-25, 22-25, 12-25)
Mjølnir-Dráttur 3-1 (25-12, 25-17, 20-25, 25-8)
Dráttur-Fleyr 2-3 (25-12, 23-25, 25-19, 20-25, 8-15)

Dystir eftir:
3.Mjølnir-TB
6.TB-ÍF
9.Fleyr-Mjølnir
09.03.Dráttur-ÍF