Føroyar-Ísland: Longu í gjár kom fyrsta frælsið eftir sáttmálanum millum Ísland og Føroyar í gildi.
Løgmaður og íslendski uttanríkisráðharrin skrivaðu fyrrapartin í gjár undir eina avtalu um fult tollfrælsi fyri vørur landanna millum.
Hetta merkir, at tollfrælsi nú er fyri allar vørur báðar vegir. Hetta fer so aftur at geva føroyingum stórar fyrimunir í mun til støðuna í dag.
Avtalan um tollfrælsi varð undirskrivað eftir teirri nýggju uttanríkispolitisku heimildarlógini.
- Hetta er at meta sum ein søgulig avtala, tí hetta er fyrstu ferð at government of the Faroes er nevnt í einum sáttmála, segði Jóannes Eidesgaard eftir undirskrivingina.
Davíð Oddson fegnaðist eisini um avtaluna. Ein avtala er bert orð, men nú verða hesi orðini so umsett til gerð, segði hann.
Avtalan um tollfrælsi, sum varð gjørd ígjár, verður bert galdandi í eina tíð. Hon fer nevniliga úr gildi, tá handilssáttmálin - Hoyvíks-avtalan - um øll tey fýra frælsini kemur í gildi, eftir samtykt í Løgtinginum.
Eftir undirskrivingina fór íslendski uttanríkisráðharrin, Davíð Oddsson aftur til heimland sítt.