Tað vóru 55 m/s seint seinnapartin í dag, men nú klokkan nærkast 19.00 er vindurin minkaður nakað, eins og veðurstøðirnar hava spátt um.
Á dalavegnum á Viðareiði, á Gerðabøi í Klaksvík og í Syðradali eru um 30 m/s nú. Á Gjáarskarði eru 35 m/s, og Oyndarfjarðarvegnum og við Norðskálatunnilin eru 33 m/s. Á Høgareyni eru 36 m/s og á Oyndarfjarðarvegnum eru 35 m/s. Á Tjørnuvíkarvegnum eru 30 m/s, og við Velbastaðháls eru 34 m/s.
Í Hvalba eru 29 m/s. Hetta er sjálvandi nógvur vindur framvegis, men tað er minkað kring alt landið seinastu tímarnar. DMI sigur um veðrið í kvøld, at vindurin fer at minkað nakað, tó at tað framvegis verður nógvur vindur. Somuleiðis er møguleiki fyri at tað fer at kava, og at hitin fer at liggja millum frostmarkið og 4 stig.