Týsdagin var so nógv fólk úti í Svínoy sum helst ong-antíð áður í søguni. Másin sigldi úr Hvannasundi sum vant um níggju tíðina. Skjótt var báturin fullur og tey, sum ikki sluppu við henda túrin, máttu bíða til Ritan sigldi úr Norðdepli klokkan tíggju. Bæði Másin og Ritan sigldu fleiri túrar út til Svínoyar við føðingardagsgestum týsdagin.
Veðrið var av tí allarbesta, lýtt og turt allan dagin. Í tjaldinum, sum var leigað frá Tórshavnar Ítróttarráð, var borðreitt fyri 325 gestum. Tey, sum ikki rúmtust inni í tjaldinum, sótu ikki við turran munn, men fingu ein bita uttanfyri.
Tey, sum komu fyrrapartin, vórðu øll bjóðaði í Yvirstovu, barnaheimið hjá Mallu, til morgunmatar. Eisini har sótu nógv fólk uttanfyri og fingu sær ein drekkamunn.
Væl fyri føðingardagin
Malla var væl fyri føðingardagin og øll, sum ynsktu tað, kundu fara inn í heimið hjá henni fyrrapartin, at heilsa upp á føðingardagsbarnið.
Til døgurðaborðhaldið, sum byrjaði klokkan tvey seinnapartin, vóru umboð fyri løgting, landsstýri og ríkisumboðið. Fjarrit var komið frá Margrethu drotning, sum lítillátin bara undirskrivaði seg, Margretha.
Elsti sonur Mallu, Bjarni, byrjaði borðhaldið við bøn og segði nøkur orð um mammu sína. Hann segði, at tað fyrsta mamma teirra hevði lært teir, var at siga takk fyri alt. Í bønini takkaði Bjarni fyri, at tey vóru sloppin at hava mammu teirra so leingi.
Fyrstur at halda røðu var løgmaður. Hann rósti synunum hjá Mallu og gav henni æruna fyri at hava uppalt slíkar skilamenn upp. Nógv vóru tey, sum ynsktu at bera fram heilsu til Mallu.
Malla sat til síðsta mann
Til borðhaldið, sum vardi í 4 tímar, sat Malla til síðsta mann.
Tá onkur av børnunum spurdi hana, um hon var troytt og vildi sleppa til hús, var hon kvik at svara: "Eg fari ikki fyrst til hús".
Malla hevði glett seg til henda dagin og segði við børn og barnabørn:
- Skipið tit bara fyri øllum hinum, veðrinum skal eg syrgja fyri.
Tá vit eftir borðhaldið spurdu hana, hvussu hon hevði borið seg at við at fáa so gott veður, segði Malla:
- Eg havi so gott samband; tað er bara at tosa við Gud.
Jóannes Hansen var fyriskipari við borðhaldið. Tá hann móti endanum av borðhaldinum spurdi Mallu, hvussu hon var nøgd við føðingardagin, svaraði hon á sín serstaka skemtiliga hátt og eyðkendu svínoyardialekt: "Nú eri eg so gomul, men eg gloymi hetta ongantíð".