Nú eru 2941 fólk í Norðurlondum deyð av korona

Tað doyggja nógv fleiri fólk í Svøríki av korona enn í hinun Norðurlondunum.

 

Tá gjørt varð upp í nátt vóru 2941 fólk tilsamans deyð av korona í Norðurlondum.

Tað er ein hækking upp á 151 síðani gjáranáttina.

Við einum fólkatali upp á góðar 27 milliónir í Norðurlondum tilsamans svarar tað til 10,8 fyri hvørji 100.000 fólk.

Hvørki í Føroyum, Grønlandi ella á Álandi er nakar deyður av korona.

Her er yvirlit yvir, hvussu nógv eru deyð í Norðurlondum av Covid-19. Tølini eru uppgjørt á midnátt. Tølini í klombrum eru deyð fyri hvørjar 100.000 íbúgvar:

 

* Svøríki: 2152 deyð (21,0). 131 deyð seinastu 24 tímarnar.

* Danmark: 403 deyð (6,9). 9 døde deyð seinastu 24 tímarnar.

* Noreg: 199 deyð (3,7). 5 døde deyð seinastu 24 tímarnar.

* Finnland: 177 deyð (3,2). 5 døde deyð seinastu 24 tímarnar.

* Ísland: 10 deyð (2,7). Eingin deyður seinastu 24 tímarnar.

* Føroyar: Eingin deyður

* Grønland: Eingin deyður

* Áland: Eingin deyður

/ritzau/