Nú eru argajamenn fremstir

3. deild: FS Vágar fekk ikki mannað lið á Sandi, og leygardagin verður toppuppgerð í Gundadali

Fyrir fyrstu ferð í ár tapti B36. AB vann á heimavølli móti B68, og tað hevði við sær, at argjamenn í stigum komu upp á síðuna av B36. AB hevur betri málmun, og tað vil siga, at teir kunnu sóla sær á ovasta plássinum. Tað fara teir at gera í hvussu so er inntil leygardagin. Tá skulu teir heim til Havnar at spæla móti B36.

Talan verður um endurtøku av finaluni í 4. deild í fjør. Ta ferðina vann B36 5?3 eftir longda leiktíð. Bæði liðini fluttu upp í 3. deild.

Støðan í fótbóltinum í Vágum er ikki akkurát tann, sum teir høvdu ætlað og roknað við. Sunnudagin var FS Vágar á Sandi, men tað var bara besta liðið, sum spældi. Vágamenn boðaðu frá, at teir ikki fingu mannað næstbesta liðið, og so var eingin dystur í 3. deild. Ásetingarnar hjá FSF siga, at í sovornum førum verður liðið, sum ikki møtir, sektað við bót. B71 vinnur tey trý stigini við málmuninum 0?0, og ivaleyst eru allir partar sera harmir um, at tað framvegis kemur fyri, at lið ikki megna at møta.

Tað er tætt millum liðini. Tað sæst aftur í, at eitt gott ella vánaligt úrslit hevur við sær, at liðini flyta langt upp ella niður á støðutalvuni.

Merkisvert er tað, at eftir sigurin á norðoyarstevnu kom TB upp á triðja pláss. Tvørámenn hava einki ímóti at vinna bronsu. Men teir eru bangnir fyri at koma í uppflytingarvanda, sum teir sjálvir orða tað!


AB?B68

Argjamenn siga, at teir fingu størri mótstøðu, enn teir hava fingið flestu ferðirnar í ár. Spælbýtið var rættuliga javnt, men heimaliðið hevði fleiri upplagdar møguleika at skora, enn gestirnir høvdu.

Jákup Olsen setti hol á fyri B68, men undan steðginum javnaði Svend Poulsen, eftir at B68, sum ikki tóktist hava somu konditiónina sum mótstøðumenninir, hevði mist á miðjuni. Toftamenn gjørdu sjálvmál tíðliga í 2. hálvleiki, og so stútaði aftasti B68 maðurin, Oddmar Andreasen, hornasparksinnlegg í málið.

Toftamaðurin á AB liðnum, Signar Johannesen, skoraði sigursmálið. Miðvallarin fór sjálvur gjøgnum verjuna og setti bótlin framvið Eyðuni Petersen í B68 málinum.


Skála?B36

Fyrsti ósigurin hjá B36 kom á Skála, har heimaliðið tykist hava fingið betri tak á tí, enn teir høvdu fyrstu umførini. Regin Arge hjá B36 varð rikin av vøllinum miðskeiðis í 1. hálvleiki. B36 menninir vóru misnøgdir við dómin, men svartklæddi maðurin helt taklingina hava verið so ógvusliga, at ostaskorpan skuldi upp í leikin.

Í 1. hálvleiki hevði Regin Arge ein góðan fluktara, áðrenn hann fór av vøllinum, men bólturin fór uppum. Marius Joensen hjá Skála hevði opið mál eftir misskiljing millum miðverju og málverja, men í síðstu løtu kom eitt B36 bein í vegin.

Einasta málið skoraði spælandi venjarin hjá Skála, Kaysten Rasmussen. Hann var fyrstur á, eftir at eitt gott langskot hevði tikið samankomingina.


KÍ?TB

Talan var um fyrsta útisigurin hjá TB í fleiri ár, og talan var um fyrsta heima ósigurin hjá KÍ í ár. Klaksvíkingar vóru illa fyri at spæla norðoyarstevnudyst. Teir høvdu akkurát ellivu spælarar, og síðsta korterið spældu teir við níggju monnum. Bæði Heri Hendriksen fór av vøllinum við reyðum korti, og Louis Balsa sá tvær ferðir gult.

Kaj Roest kom langt upp á skjúttaralistan, og um tvørámenn høvdu verið meiri nærlagdir í 2. hálvleiki, so kundu teir bøtt uppaftur meiri um málmunin.


VB?ÍF

95 ára føðingardagurin hjá Vágs Bóltfelag var hildin við manér. Teir høvdu sett steyp æut at kappast um, og bæði í 1. og í 3. deild vóru teir so óbesketnir, at teir vunnu steypini sjálvir.

Fuglfirðingar eru langt frá tí styrki, sum teir áður hava víst í 3. deild. Komandi leygardag fáa teir nýggjan møguleika í Vágum ? um FS Vágar fær mannað lið ? meðan VB fær munnin fullan, tá teir skulu spæla á Toftum.

jh


Úrslit

7. umfar

B71?FS Vágar

FS Vágar møtti ikki


AB?B68 3?2 (1?1)

0?1: Jákup Olsen 5.

1?1: Svend Poulsen 36.

2?1: sjálvmál 48.

2?2: Oddmar Andreasen 53.

3?2: Signar Johannesen 73.


Skála?B36 1?0 (0?0)

1?0: Kaysten Rasmussen


KÍ?TB 2?9 (0?3)

0?1: Eyðun Svalbard 15.

0?2: Kaj Roest 35.

0?3: Just Johannesen 36.

0?4: Eyðun Svalbard

0?5: Kaj Roest

0?6: Kaj Roest

1?6: Bárður Andreasen

2?6: Louis Balsa

2?7: Jóhannes Johannesen

2?8: Jóhannes Johannesen

2?9: Kaj Roest


VB?ÍF 4?0 (2?0)

1?0: Marner Richard 25.

2?0: Egil Steintórsson 33.

3?0: Rógvi Thorsteinsson 65.

4?0: Hans Pauli Dahl 80.