Fyri góðum tveimum vikum síðani varð her í blaðnum tikið samanum, hvussu hondbóltslandskappingin fram til tá hevði lagað seg.
Í sama viðfangi mettu vit um, hvussu endaspurturin møguliga fór at síggja út, og í hesum sambandi spáddu vit, at tað allarhelst fór at verða soleiðis, at tað fram til seinasta leikdag fóru at verða kanska trý, og í øllum førum tvey lið, sum fóru at hava møguleikan fyri at vinna sær gullmerki.
Fóru skeivir
Eftir dystirnar um vikuskiftið ber bert til at staðfesta, at í hesum metingum fóru vit púrasta skeivir, tí við sigrinum á StÍF tryggjaði Neistin sær, at tað bert verða tvey, sum hava henda møguleika, og um alt lagar seg til fyrimuns fyri elsta felagið í landinum, kunnu teir fara á vøllin sum føroyameistarar, tá seinasti dysturin verður bríkslaður í gongd.
StÍF hevur nú bert møguleikan at vinna seg upp á 29 stig, og tá Neistin longu hevur rokkið hesum stigatali, umframt at teir eiga dyst móti Tjaldrinum komandi vikuskifti, er einki at ivast í, at teir í øllum førum røkka 31 stigum. Hesum stigatali hevur VÍF eisini møguleika at røkka, um so er, at teir vinna teir báðar seinastu dystirnar, úti móti StÍF og heima móti Neistanum.
Snáva vestmenningar í øðrum av hesum dystum, endar meistaraheitið hjá Neistanum, og hóast tað fyri spenningin hevði verið best, um VÍF megnar at vinna á Skála komandi vikuskifti, so er lítið at ivast í, at Neistaleikararnir einki hava ímóti, at strandingar gera okkurt við Vestmenningar.
Vinna strandingar hendan dystin, gevur hetta eisini teimum møguleikan at vinna silvurmerkini. Hetta hendir um VÍF ikki fær fulla úrtøku móti Neistanum, samstundis sum StÍF vinnur seinasta dystin á Kyndli, sjálvandi treytað av, at teir longu hava vunnið á VÍF.
Viðvent hjá kvinnunum
Fóru vit skeivir í metingini av mansdeildini, so fóru vit ikki minni skeivir, tá vit mettu um útlitini fyri kvinnudeildini.
Her tóku vit nevnliga saman um silvurdystin, sum tá stóð millum VÍF, Neistin og Kyndil, og niðurstøða okkara varð tá, at tað helst fór at verða Neistin, sum gjørdist tapari av hesum stríðið.
Neistakvinnurnar gjørdu tó bart, tá tær fyri viku síðani leiktu móti komandi føroyameistarunum úr Klaksvík, og tá VÍF og Kyndil leiktu javnt, tóktist greitt, at Neistin í øllum førum endaði omanfyri Kyndil. Hetta vikuskiftið mátti VÍF so lúta suðuri í Vági, so nú er støðan tann, at Neistin við sigri á Tjaldrinum komandi vikuskifti kann tryggja sær silvurmerkini, eina viku áðrenn kappingin endar.
Harumframt hevði stigamissurin hjá VÍF við sær, at tær nú ikki einsamallar kunnu avgera, um tær skulu enda á triðja ella fjórða plássinum.
Skulu tær fáa bronsumerki, skulu tær vinna seinasta dystin móti Neistanum, samstundis sum Kyndil ikki skal vinna, tá tær eina viku frammanundan taka ímóti VB, tí hóast VÍF og Kyndil í løtuni eru jøvn í stigum, so er málmunurin hjá Kyndli somikið nógv betri, at tað ikki verður við hesum, at VÍF skal taka havnarkvinnurnar.
Skjótt broytist
Sostatt er nú bert eftir hjá okkum at staðfesta, at tað er alt annað enn lætt at spáa um framtíðina, og tískil fara vit ikki at koma við nøkrum boðið um, hvør fer at ogna sær hvørji heiðursmerki hjá monnunum, og ei heldur fara vit at gita nakað um, hvørt tað verða VÍF ella Kyndil, sum ogna sær bronsumerkini í kvinnudeildini.
Jú, skjótt er at fara skeivur í gitingum, tá tosað verður um ítrótt, men tað er eisini júst hetta sum ger, at áhugin fyri ymsu ítróttagreinunum er somikið stórur. Nevnliga vissan um, at einki er vist.