Nú hava 50 ungfólk tikið handalig prógv á Glasi. Vit hava nøvnini, og myndirnar
Í hesum døgum hava 50 ungfólk tikið prógv á Glasi. Hetta er á deildini í Smiðjugerði, sum fyrr var Tekniski Skúli, so í hesum førum eru tað handverkarar, sum hava tikið prógv
Og nú eru tey so til reiðar at fara út í samfelagið at virka, ella fara undir víðari lesnað, siga tey á Glasi.
Tey, ið fingu prógv hesa ferð, eru klædnaatstøðingar, elektrikarar, húsasmiðir, maskinsmiðir, smiðir og tekniskt yrkisnám 4 í El og Metal.
Tey, sum hava tikið prógv, eru:
Klædnaatstøðingar:
Frá vinstru: Aimee Jacobsen, Gunnvá Ljósá Hansen, Siri Gray, Tina Nolsø Vilhelmsdóttir, Tórunn í Horni Nielsen, Tukumminnguq Jakobsen og Durita Flóvinsdóttir.
Elektrikarar:
aftast frá vinstru: Allan H. Mouritsen, Beinir Juul Pedersen, Ellindur Johansen, Hanus í Horni Nielsen, Jákup Marnar Vang, Jarvildur á Lava Olsen, Jóhannus Hansen. Fremst frá vinstru: Jónas Johannesen, Jónhard Bjørnsson Gripsheyg, Magni Filip Djurhuus, Martin Mikkelsen, Símun Johan Olsen og Tóki Askersson Hansen. (Ejvind Rein Dahl manglar á myndini)
Húsasmiðir:
aftast frá vinstru: Bjartur Joensen, Búi Egilsson, Christopher Hammerfoss, Dánial Joensen, Jann Dávur Dam, Leivur Ey. Reinert. Fremst frá vinstru: Sigurd Bjørn Mørkøre, Torfinn Djurhuus, Torstein Mýlingstind, Tyrnir T. við Úlvsá og Vagnar Sumberg Petersen.
Maskinsmiðir:
Frá vinstru: Eyðun Frederiksen, Jóhan Kári Vang, Mikkjal S. H. Nielsen, Niels Jákup Mortensen, Sjúrður í Válgaravík og Torstein Paulason Brattabeerg. (Mike Lið Gaardlykke mangla á myndini)
Smiðir:
Frá vinstru: Eirikur Sørensen, Plátu- og Konstruktiónssmiður, Janus Wiberg Mortensen, Kleinsmiður, Ávaldur Hultgren, Rør-og Blikksmiður, Erland Poulsen, Rør-og Blikksmiður, Grímur á Dul, Rør-og Blikksmiður og Bárður Lisberg, Rørsmiður.
Yrkisnám 4 innan Metal og EL:
Frá vinstru: Benny T. Eyvindsson, Búgvi Petersen, Petur Óli Koytu Nicolajsen og Petur Pauli Petersen. (Jóannes Weihe og Marni E. Joensen vanta á myndini)
Niðanfyri eru myndir av teimum, sum hava tikið prógv.