Nú eru vit rættiliga útbrend

Tey ætlaðu at byggja 50-60 bústaðir í Havn, men nú eru tey við at fella í fátt tí tað gongur illa at fáa grundstykki frá kommununi

– Eg má siga sum er, at vit eru rættiliga útbrend nú. Tað sigur John Johannesen í Havn. Hann leggur afturat, at nú er tað ein stórur spurningur um ætlanin um at byggja ein býling í Havn við nýggjum bústøðum, verður veruleiki.

 

Bústaðarneyðin í Havn er ovurhonds stór. Men nú eru tað næstan tvey ár síðani, at tað var alment frammi at nøkur fólk høvdu tikið seg sama í eitt felag við tí endamáli at byggja 50-60 nýggjar bústaðir í Havn. 

 

Í hesum sambandi stovnaðu tey sjálvsognarfelagið, Kirkjubøarvegur, og í sama viðfangi søktu tey kommununa um at fáa stykki upp á 21.000 fermetrar undir Fjalli í Marknagili, til keyps frá at byggja á. Tá mettu tey eisini, at gekst sum ætlað vóru fólk longu flutt inn í nýggju bústaðirnar. 

 

Men síðani hevur lítið og einki verið at frætt um ætlanina, og enn er spakin ikki settur í. Og formaðurin í Sjálvsognarfelagnum, John Johannesen, sigur, at nú ivast teir meiri og meiri í, um ætlanin yvirhøvur verður veruleiki.

 

Annars sigur hann, at ætlanin er síðani kókað niður í einar 30 bústaðir fyri ikki at missa tamarhaldið á støðuni og sostatt hava tey eisini søkt um at fáa eitt minni stykki upp á 14.000 fermetrar.

 

Men orsøkin til, at tey eru við at fella í fátt, er, at tað hevur verið nógv torførari at fáa fatur á einum stykki frá kommununi, enn tey upp á nakran máta høvdu ímynda sær. Vit hava havt heilt nógvar fundir við býráðið og høvdu eina fatan av, at samskiftið gekk væl, sigur hann. 

 

Býráðið tók væl ímóti okkum, tí her vóru tað privatfólk sum tóku stig til at byggja. Men so var býráðsval og nýtt býráð varð valt, og so skuldu vit ígjøgnum alla mylluna eina ferð afturat. 

 

– Tað varð nógv tvørligari enn vit upp á nakran máta høvdu ímynda okkum.  Tað sær út til, at tað er komin fullkomiliga stígur í, men tað nýggjasta er, at býráðið hevur játtað 200.000 krónur til at skipa økið, og samstundis skal ein serstøk byggisamtykt gerast fyri økið.

 

– Men vit skilja heilt einfalt ikki, hví tað skal ganga so seint fyri seg, tí tá ið privatir borgarar taka stig til at byggja fleiri bústaðir, og einans skulu keypa eitt grundstykki frá kommununi til tað. So átti kommunan at arbeitt skjótari, tí hetta er eisini við til at loysa ein stóran trupulleika, sigur John Johannesen.

 

Hann leggur kortini dent á, at enn er ætlanin ikki slept heilt, men nú er ikki nógv orka eftir. Tað var annars stórur áhugi fyri byggingini og eitt skifti vóru eini 270 limir í Sjálvsognarstovninum. Men sum tíðin leið, eru limir falnir frá og beint nú veit John Johannesen ikki rættiliga, hvussu nógvir limir eru eftir.  

 

Ætlanin var annars at byggja okkurt, ið minnir um Tórsbyrgi, nevniliga at byggja tætt á smáum stykkjum. Endamálið var eisini at byggja í felag og at fáa stórrakstrarfyrimunir av tí og sostatt vóru útlit fyri, at kostnaðurin fór at verða langt undir dagsins prísir, sigur John Johannesen.

 

Um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Marin Katrinu Frýdal, forkvinnu í Byggi- og Býarskipanarnevndini, har hon greiðir frá, hví umsóknin um grundstykki ikki er gingin á møti