Nú eru vit tryggjaðir í deildini

Christian Høgni Jacobsen viðgongur, at rumbli í NSÍ seinastu vikuna hevur havt sína ávirkan í fyrireikingunum til dystin, meðan Pauli Hansen hjá Skála sigur, at sigurin mánakvøldið tryggjaði teimum verandi sæti í bestu deildini



Eftir dystin fingu vit orðið á teir báðar liðskipararnar hjá liðunum báðum, Paula Hansen hjá Skála og Christian Høgna Jacobsen hjá NSÍ.
- Munurin á liðunum í dag skal helst síggjast í, at vit spældu bólt frá byrjan. Vit hildu bóltin niðri á jørðini, og eg haldi hetta mann vera nakað av tí frægasta vit hava spælt í ár, greiddi Pauli Hansen frá.
Christian Høgni Jacobsen er hinvegin fáorðaður, tá hann verður spurdur til dystin, men staðfestir, at sigurin til Skála var fult uppiborin.
- Ja, tað er ongin ivi um, at tað var rætta liðið í vann, sigur Christian Høgni Jacobsen stutt og greitt.
Í prinsippinum hevur Skála ikki nakað serligt at spæla fyri, nú teir liggja sum teir gera á stigatalvuni. Spurningurin er so, hvussu motiveraðir Skálaleikararnir eru til ein slíkan dyst?
- Nú hevur nógvur slatur gingið seinastu tíðina um bæði venjari og leikarar eru á veg úr felagnum, og onkur teirra til NSÍ, so vit vildu gjarna vísa NSÍ nakað. Og so er ein grannauppgerð av hesum slagnum ongantíð nakar trupulleiki at seta seg upp til, sigur Pauli Hansen, liðformaður hjá Skála.
Hjá NSÍ hevur ikki bara slatur um venjaraskift gingið í Runavík. Tað er ein veruleiki, at Trygvi Mortensen er koyrdur og at hetta er fyrsti dystur teirra í ár, har hann ikki er við róðrið. Og landsliðsáleyparin hjá NSÍ váttar, at hetta hevur havt sína ávirkan.
- Nú hava vit havt ein drúgvan steðg síðani við landsliðsfótbólti í millum landskappingardystirnar, og síðani er venjarin eisini skiftur út, so tað hevur verið eitt sindur av rumbli, sum hevur havt sína ávirkan, sigur Christian Høgni Jacobsen.
Brennandi spurningurin er so, hvussu lagið í NSÍ-leguni er nú?
- Tað er langt síðani seinast, at vit hava tapt fýra dystir á rað, so í løtuni er lagið í botni. Hetta mugu vit fáa vent nú, og sunnudagin hava vit GÍ á heimavølli, og tað skuldi verið ein møguleiki at vent gongdini, sigur liðformaðurin hjá NSÍ, Christian Høgni Jacobsen, at enda við Sosialin.
Hjá Skála er lagið sjálvandi gott, nú teir hava vunnið á grannunum í Runavík, men hvat fáa Skálamenn brúkt ein tílíkan sigur til?
- Eg haldi eg kann siga, at við sigrinum í dag eru vit tryggjaðir í deildini, og tá vit annars spæla fyri at vinna hvørja ferð, so er hetta eisini ein sigur í so máta, sigur liðformaðurin hjá Skála, Pauli Hansen.