Heilsutiltak í fólkaskúlanum
Nú fara skúlabørn kring landið at fáa frukt, grønmeti og kalt vatn í skúlanum.
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur framum nakran annan sett hugtakið fólkaheilsu á dagsskránna í Føroyum
Eitt lið í hesum er at royna at fáa eina skipan í lag, sum skal fáa skúlabørn at fáa sunnari matvanar fyri at bøta um heilsustøðu teirra.
Og nú er komið so mikið langt, at tað er klárt at fara undir eina skipan, har kommunur kunnu fáa studning úr landsstýrinum til at keypa frukt og grønmeti fyri, sum skúlarnir í kommununum síðani kunnu lata skúlabørnunum.
Kommunurnar kunnu eisini fáa studning til at keypa vatnkølarar fyri, so at børnini altíð kunnu fáa leskiligt, ísakalt vatn at drekka í skúlanum.
Tankin við vatnkølarunum er, at hetta skal føra til, at børnini fara at drekka meiri vatn og minni sodavatn og annað drekka við nógvum sukuri í.
28 kommunur søkt um studning
Nógv varð gjørt burturúr at fáa kommunur at søkja. Sostatt vóru umsóknarbløð og frágreiðingar sendar øllum skúlunum, samstundis sum at allir skúlar og øll skúlastyri vórðu kunnaðir.
Hans Pauli Strøm sigur, at tá ið umsóknarfreistin var úti 15. september, høvdu 28 kommunur í Føroyum søkt um stuðul til vatnkølarar og til at keypa børnunum frukt og grønmeti fyri.
Skipanin fevnir um allan fólkaskúlan úr fyrsta upp í tíggjunda flokk. Í summum kommunum eru fleiri skúlar og tær 28 kommunurnar, sum hava søkt um studning, fevna tilsamans um 50 skúlar.
Talan er um kommunur og skúlar um alt landið.
Í fyrstu syftu kunnu kommunurnar søkja um studning til at seta eina skipan í verk frá nú av til ársskifti og síðani kunnu tær aftur søkja um studning til at halda fram við skipanini frá 1. januar til skúlaárið endar.
Tá ið kommunurnar so hava fingið studningin, gera tær sjálvar av, um tær eisini sjálvar vilja seta pening av til endamálið fyri at fáa gera eina betri skipan enn tær kunnu fáa fyri studningin einsamallan.
Hans Pauli Strøm sigur, at hann veit, at summar kommunur ætla at seta eyka pening av til endamálið afturat studninginum frá landinum, fyri at gera eina serliga góða skipan til teirra skúlabørn.
Fyribyrgingarráðið skal nú viðgerða umsóknirnar og geva Almanna- og heilsumálaráðnum eitt tilmæli um, hvørjar kommunur lúka treytirnar fyri at fáa studning og, hvussu nógv hvør kommuna skal fáa í studningi.
Og tað skal Fyribyrgingarráðið gera so mikið skjótt, at skipanin kann setast í verk longu fyrsta august, ella um eina góða viku.
Íverksetarastuðul
Hans Pauli Strøm sigur, fyribils er hetta ein royndarskipan sum vara hetta skúlaárið.
Næsta summar skulu so kommunurnar, sum fáa studning, geva almanna- og heilsumálaráðnum einafrágreiðing um, hvussu skipanin hevur eydnast.
- Endamálið við studninginum er at seta gongd á eina skipan og landsstýrismaðurin fegnast um, at kommunurnar hava tikið seg væl undir við tiltakinum, at heilar 28 kommunur við 50 skúlum, sum eru sinnað at fara undir eina slíka skipan við ókeypis frukt og grønmeti og vatni til børnini.
Hann vísir á, at á fíggjarlógini í ár eru fýra milliónir settar av til endamálið og at ætlanin er eisini at seta pening av á fíggjarlógini fyri næsta ár so at skipanin kann halda fram alt skúlaárið.
Men Hans Pauli Strøm vónar avgjørt, at skipanin fer at halda fram, hóast ætlanin bara er at lata almenna studning til ætlanina í hesum skúlaárinum. Hann vónar sostatt at onnur, sum vara av skúlanum, kunnu taka yvir, so at skipanin kann varðveitast, eitt nú kommunur, foreldur, ella hvussu hvør kommuna sær heldur vera rættast.