Nú verður farið undir at gera eitt innanduraspælipláss í Klaksvík. Hetta er ein ætlan, tey hava arbeitt við í eina tíð, men nú hevur Býráðið endaliga samtykt at fara undir tað.
##med2##
Tað kostar 12,3 milliónir og verður liðugt um hálvtannað ár, ella seint í 2021.
Spælilandið verður mitt í býnum á einum stykki ímillum Tekniska skúla og Svimjihøllina, sum eisini er beint við komandi rennibreytina.
Kristian Eli Zachariasen, formaður í umhvørvis-og-byarskipanarnevndin heldur ikki, at tað kann vera nøkur loyna, at nógvir dagar í Føroyum eru baldrutir. Men tað er ikki ætlanin at spælilandið skal koma ístaðin fyri, at spælt verður úti í náttúruni, sum er eitt fantastiskt spælipláss.
##med3##
– Hetta er eitt alternativt tilboð til uttandura spæliplássið, sum vit longu eru ríkað við, sigur hann.
Tey hava lagt dent á, at spælilandið skal vera fyri øll, og sostatt skal tað eisini verða lætt atkomuligt hjá børnum og fólki við rørslutarni.
Myndirnar hevur Kristian Eli Zachariasen lagt á Facebook.
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##