Nú fáa føroyingar, sum eru og ferðast í Danmark, aftur rætt til ókeypis sjúkruviðgerð, fáa teir brádliga brúk fyri læknahjálp av sjúku, ella øðrum orsøkum. Tað boðar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi frá í dag.
Í 2019 varð lógin annars broytt, og ein avleiðing av tí var, at føroyingar, og grønlendingar, vórðu javntsettir við allar aðrar útlendingar.
Lógarbroytingin í Danmark førdi við sær, at fingu útlendsk ferðafólk brúk fyri læknahjálp, skuldu tey sjálvi rinda fyri tað. Og í hesum sambandi vórðu grønlendingar og føroyingar settir í sama bólk, sum allir aðrir útlendingar.
Upprunaliga var endamálið, at danski skattgjaldarin ikki skuldi bera kostnaðin, tá ið útlendsk ferðafólk brádliga fingu brúk fyri lækna.
Men nú hevur danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, lagt uppskot fyri Fólkatingið um, at broyta lógina aftur, so at øll í ríkisfelgsskapinum hava sama rætt til ókeypis læknahjálp í Danmark, sum danskarar sama hava.
Hesar somu reglur eru longu galdandi í Føroyum og Grønlandi, sigur Javnaðarflokkurin á Fólkatingi.
Uppskotið var til umrøðu á Fólkatingi í dag og har eru eisini aðrar broytingar. Ein broyting er, at nú er samsvar ímillum heilsulógirnar í Føroyum og í Danmark.