Nú fáa hvalbingar nokk av reinum vatni

Farið verður at gravað nú í summar og so verður arbeitt so við og við

Nú verður farið undir arbeiðið at leggja eina nýggja vatnveiting í Hvalba

Janus Thomsen, borgarstjóri, sigur, at ein trupulleiki er at tað manglar vatn viðhvørt um summarið, tá ið hann hevur ligið við turrveðrið. Í hesum sambandi er tað serliga flakavirkið, sum ikki hevur nøktandi vatnveiting viðhvørt

Fyri at tryggja øllum, og serliga vinnulívinum nokk av vatni alt árið, her verður nú farið undir at leggja eina nýggja vatnveiting til bygdina. Nýggja veitveitingin, kemur frá gomlu kolaminunum í Rókhaga, har mátingar eru gjørdar, sum vísa at har er ríkiligt av vatni til alla bygdina.

Janus Thomsen sigur, at farið verður at grava beint eftir summarfrítíðina frá vatngoymsluni við kolaminurnar og tað fyrsta, sum verður gjørt, er at fáa fatur í veitingini út á Flakavirkið fyri at tryggja tí nokk av vatni.

Sum frálíður er ætlanin eisini at seta reinsiverk upp við høvuðsleiðingina, so at vatnið eisini verið reinsað, hóast kanningar vísa, at tað er avbera gott vatn, sum rennur undan kolaminunum.

Næsta stigið verður so at binda bygdina upp í, at øll bygdin far vatn haðani, heldur enn úr teimum smáu brunnunum, sum eru runt um í bygdini. Borgarstjórin sigur eisini, at

Vatnveitingin í Hvalba hevur privat, har fleiri vatnfeløg hava verið við hvør sínum brunni runt um í bygdini. Men nú hevur kommunan yvirtikið alla vatnveitingina, og fer nú at leggja hana um, so at øll fáa vatn úr goymslunum undir kolaminunum. Og Janus Thomsen vónar, at alt arbeiðið verður liðugt í hesum valskeiðnum.

Hann sigur, at ætlanin er eisini at seta reinsiverk upp í Sandvík, so at eisini sandvíkingar fáa reinsað vatn.