Sørvágs kommuna hevur seinasta hálva árið arbeitt við einum uppskoti til nýggja byggisamtykt fyri Gásadal.
Kommunan boðar frá, at ætlanin er, at allar bygdir í kommununi skulu hava dagførdar byggisamtyktir, og nú er byrjað við Gásadali.
Mikukvøldið kl. 19:30 verður borgarafundur í skúlanum í Gásadali, har fólk fáa høvi at hoyra um uppskotið og at gera viðmerkingar til uppskotið.
- At gera byggisamtyktir tekur langa tíð, og tíbetur kunnu vit siga, tí at her má alt hugsast væl og virðiliga ígjøgnum, tí at hetta kemur at merkja bygging í økjum í mong ár framyvir, og øll eiga at sleppa til orðanna, bæði borgarar, land og kommuna, skrivar Sørvágs kommuna.
Eftir borgarafundin verður roynt at arbeiða hesar viðmerkingar inn í uppskotið, og eftir tað verður uppskotið lagt fyri bygdaráðið til viðgerðar.
Uppskotið verður síðan lagt út til hoyringar, so at øll, sum hava eitt hvørt at viðmerkja, kunnu fáa høvi til tess. Tá hoyringsfreistin er av, verður uppskot um byggisamtykt við hoyringssvarum send Byggi- og býarskipanarnevndini til viðgerðar.
Tað seinasta í hesari longu tilgongdini er, at nýggja byggisamtyktin verður send Innlendismálaráðnum til endaliga góðkenning.
Júst innlendismálaráðið hevur fyrr havnað einum fyrispurningi hjá Sørvágs kommunu um Gásadal. Í 2011 ætlaði Sørvágs kommuna at broyta byggisamtyktina fyri tveir ávísar matriklar í Gásadali. Tá vísti Innlendismálaráðið á, at tað var sera óheppið, at eingin góðkend lendisskipan var gjørd fyri Gásadal. Innlendismálaráðið heitt tí á Sørvágs kommunu um at gera eina byggisamtykt fyri bygdina. Sum er, er allur dalurin sum hann er skrásettur sum landbúnaðarøki.
Í 2011 var ein ítøkilig verkætlan orsøkin til, at Sørvágs kommuna vildi broyta byggisamtyktina, men Býarskipanarnevndin havnaði umbønini.
- Tað, ið tó órógvar Býarskipanarnevndina mest, er, at uttan heildarviðgerð av lendi, bygging og virksemi í Gásadali, er so skjótt, at tilvild og skjótar loysnir kunnu “spilla spælið”, og tá talan er um bygging, vendist so illa aftur, skrivaði Býarskipanarnevndin tá.
Býarskipanarnevndin heitti heldur á kommununa um at gera eina byggisamtykt fyri alt økið, og so kundi ítøkiliga byggimálið verið partur av hesi viðgerð.