Nú fara beiggjarnir at tosa um avtaluna

Yngri beiggin fekk eitt kanón úrslit á fólkatingsvalinum, men avtalan var, at hann skal ikki stilla upp til løgtingsvalið eisini

– Nú fara vit at tosa um avtaluna vit hava gjørt. Tað sigur Joen Magnus Rasmussen, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin.

Yngri beiggi hansara, Uni Rasmussen í Gøtu, stillaði upp til Fólkatingsvalið - og hann tók øll á bóli, tí hann fekk eitt satt kanónval.

Hann fekk nevniliga nógv flestar atkvøður av øllum listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann fekk 827 atkvøður, og tað eru 80 atkvøður fleiri enn næsti maður á listanum, sum var Jørgen Niclasen, floksformaður.

Men støðan er tann, at áðrenn fólkatingsvalið boðaðu teir báðir beiggjarnir frá, at teir høvdu gjørt eina avtalu sínamillum, og tann avtalan var, at Uni skuldi bara stilla upp til fólkatingsvalið og Joen Magnus skuldi bara stilla upp til løgtingsvalið.

 

Les eisini: Brøður býta londini ímillum sín - ein tingsess í part

 

Men tá hevði neyvan nakar væntað, at hann skuldi fáa so nógvar atkvøður, men kortini hevur Uni boðað frá, at avtalan stendur við, og at hann fer ikki at stilla upp til løgtingsvalið eisini.

Hinvegin letur Joen Magnus hurðina standa upp á glopp. Hann sigur, at hann hevði væntað, at Uni fór at fáa eitt gott val, men tað skuldi kortini valdast.

– Hevði Fólkaflokkurin staðið sterkari í Havn, hevði hann verið fólkatingsmaður í dag, staðfestir Joen Magnus.

Og nú sigur hann, at teir báðir beiggjarnir fara at tosa saman um avtaluna, teir hava gjørt um at stilla upp til vørt sítt val.

Joen Magnus Rasmussen sigur, at hann hevur verið burturstaddur og at teir báðir ikki hava havt høvi til at tosa saman um støðuna enn, men at tað fara teir at gera.

Hann sigur, at útgangsstøðið er, at avtalan sjálvsagt stendur við, men at tað góða valúrslitið hjá Una setir støðuna kanska í eitt sindur øðrvísi ljós, og tað mugu teir báðir tosa saman um.

– Tað góða úrslitið hjá Una talar sjálvsagt fyri at hann skal stilla upp til Løgtingsvalið, men hinvegin hava vit eina avtalu og nú fara vit at tosa um tað, leggur hann afturat.