Í dag fæst kanska at vita, um grønlendski politikarin Jonathan Motzfeldt verður ákærdur fyri kynsligan ágang Teir seinastu mánaðirnar hevur ferðaliðið hjá ríkisløgregluni kannað málið, og sambært blaðnum AG verður avgerð tikin í dag ella mánadagin, hvørt Jonathan Motzfeldt verður ákærdur ella ikki.
Tað var í august í fjør, at ein kvinna meldaði Jonathan Motzfeldt fyri kynsligan ágang.
Jonathan Motzfeldt noktar seg sekan, men hann valdi kortini at siga seg úr starvinum sum formaður í Landstinginum.