Eitt hátrýst yvir Norðhavinum viknar spakuliga og í næstu viku koma brúgvaløg við regni og vindi inn frá vestri.
Í dag er lot til andøvsgul av landsynningi, 2 til 7 m/s, sum øtlar í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Sólglottar, men í nátt ælaveður. Hitin um dagin millum 5 og 10 stig.
Í morgin gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, sum øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður av vestri. Hitin millum 5 og 10 stig.
Mikudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s. Tað klárar í av vestri, tó okkurt ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Hósdagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi og vestri, 10 til 15 m/s, í støðum upp í skrið, 18 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Fríggjadagin verður strúkur í vindi av vestri, 13 til 18 m/s, sum hækkar í ein útnyrðing og makar nakað. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av vestri og útnyrðingi, 7 til 12 m/s. Sólglottar, men seinni skýggjað og regn. Hitin millum 5 og 10 stig.