Nú fer hon fram á gólv

Tann 8. januar fekk amerikanski politikarin Gabrielle Giffords eina kúlu tvørtur ígjøgnum høvdið. Í gjár søgdu læknarnir á sjúkrahúsinum í Tucson, at hon var hon før fyri at fara úr songini og at standa á egnum beinum - uttan hjálp.

Ætlanin er, at tann 40 ára gamla Gabrielle Giffords, sum umboðar demokratarnar í Umboðsmannatinginum í Washington, skal á eina venjingarstøð í Texas um vikuskiftið ella í næstu viku.

Seks fólk doyðu, og 14 vórðu særd, tá ein ungur maður brádliga fór at skjóta eftir fólki, sum vóru komin saman til ein politiskan fund í býnum Tucson í statinum Arizona tann 8. januar.

Byrsumaðurin varð handtikin og settur í varðhald. Hann verður seinni ákærdur fyri dráp og drápsroynd og kann fáa deyðarevsing.