Nú fer kannabussurin í søguna

Eingin vildi keypa bussin frá Framtakinum, og tí hava eigararnir nú koyrt bilin á Sandvíkarhjalla

Eyðkendi kannabis-bussurin hjá Framtakinum hevur talt sínar síðstu dagar og stendur nú á brennistøðini á Sandvíkarhjalla klárur at koyra í pressuna.

Bussurin hevur annars staðið til sølu hesa vikuna, men tað eydnaðist ikki Framtakinum at selja hann, hóast stórur áhugi var.

Framtakið keypti bussin upp undir valstríðið við endamálinum at koyra runt landið at føra valstríð. Nú løgtingsvalið er yvirstaðið, hevur flokkurin av góðum grundum ikki tørv á bussinum longur.

Tá bussurin varð settur til sølu, spurdu vit Hall Hjalgrímsson Djurhuus, valevni fyri Framtakið, hvønn týdning bussurin hevur havt fyri flokkin í valstríðnum.

- Hann hevur faktiskt verið okkara plakat, tí vit hava jú ikki havt pengar til plakatir. So tá vit hava verið og koyrt við honum, hava fólk vitað, hvat tað var fyri ein bussur. Hann hevur eisini verið øgiliga hentur at hava fyri at koma runt í valstríðnum. Tað er eitt sindur undarligt at sleppa sær av við hann nú, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.

##med2##

Hóast tað ikki eydnaðist Framtakinum at selja bussin, fáa teir ikki einki burtur úr at skrotta kannabussin á brennistøðini. Fyri at lata inn eitt bilvrak fæst nevniliga eitt innlatingargjald áljóðandi 4.000 krónur.