Nóg mikið at tríva í

Hóast týdningurin av einum framhaldandi landsliðsarbeiði frá fleiri síðum verður førdur fram, so hevur hondbóltssambandi enn ongar ítøkiliga ætlanir á borðinum um, hvussu leisturin verður framyvir

 

Landsdystir


At júst farnu landsdystirnir ? teir fyrstu í altjóða høpi í drúgt áramál ? hava verið eitt ódnartak hjá Hondbóltssambandinum, er einki at ivast í. Tungt ella ikki, so tykist tó breið semja at vera um, at landsliðsleikarar okkara eiga at fáa so nógvar og títtar avbjóðingar avbjóðingar sum gjørligt.

Tá vit eftir seinastu dystirnar fingu orðið á formannin í HSF, Petur Ova Petersen, ásannaði hann eisini týdningin av hesum, men hann legði tó afturat, at enn er so einki avgjørt í so máta.

- Tað einasta, sum liggur heilt fast, er at arbeiðið skal halda fram. Næsta stóra tiltakið verður so HM undankappingin, sum verður um á leið eitt ár, men sjálvandi vóna vit, at nakað so eisini hendir frá nú av og fram til ta tíð.

- Tað er tó fyrst og fremst ein fíggjarligur spurningur, men tað er mín vón, at vit fáa møguleikan at luttaka í onkrum kappingum. Kanska ber eisini til at fáa onkran venjingardyst móti øðrum landsliði ella einum sterkum felagsliðið.

Í summar er sonevnda Challenge-kappingin, sum er ein kapping fyri smærri hondbóltstjóðir, sum annað hvørt ár verður hildin fyri ávíkavist mans- og kvinnulandslið. Í fjør meldaðu vit kvinnuliðið til hesa kapping, men tíverri sluppu vit ikki upp í part. Tað er soleiðis, at bert seks lið eru við í kappingini, so tað er heldur ikki víst, at vit kunnu sleppa við í ár, men tað hevði so verið ein møguleiki. Eisini eru kappingar í Danmark ímeðan okkara kapping liggur still, so eisini har er møguleiki at fáa dystir, sigur Petur Ove.


Venjaraspurningurin

Áðrenn farast kann undir nakra kapping, er tó sjálvsagt neyðugt við eini loysn á venjaraspurninginum, og eins og við so nógvum øðrum, so er talan eisini her um spurning, sum fyri ein part er fíggjarligur.

- Vit hava havt samband við onkrar norðurlendskar venjarar, men tað vísur seg, at talan í flestum førum er um upphæddir, sum eru ov stórar hjá okkum at bera, sigur Petur Ove. Hann leggur tó afturat, at enn hava teir sum so ikki rættiliga kannað marknaðin, og áðrenn hetta er gjørt, er sum so einki at taka støðu til.

- Fyrst og fremst mugu vit sjálvsagt kanna, hvørjir møguleikar eru tøkir hjá okkum, og síðani mugu vit eisini royna at fáa leikararnar við í avgerðina um, hvussu hesin spurningur skal loysast.

Júst nær hetta arbeiði kann vera liðugt, dugir formaðurin í HSF ikki at siga, men hann leggur tó afturat, helst ikki skal ganga ov long tíð, til málið er loyst. Hann vísir á, at fyrireikingararbeiðið til hetta helst skal vera liðugt undan aðalfundinum hjá HSF, sum verður stutt eftir kappingarlok.

At enda spurdu vit Petur Ova, um tað eru serligir førleikar, sum HSF ætlar at leggja seg eftir, nú nýggjur venjari skal finnast, men út yvir tað málsliga, er ikki nakað serstakt, sum fellur formanninum til hugs.

- Nei tað veit eg ikki. Ikki annað enn tað, at spælarrnir helst skulu skilja hvat venjarin hevur at siga, og eg rokni við, at teir helst vilja hava ein venjara, sum í minsta lagi tosar norðurlendskt, sigur Petur Ove Petersen at enda.