Ónøgdin er so stór at vit mugu kanna málið

Bill Justinussen roynir nú at finna útav, hvat kann gerast fyri at loysa trupulleikarnar á føroyska sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn

Hotel Tórshavn

Bill Justinussen, landsstýrismaður í heilsumálum, er nú farin at kanna eftir, hvussu umstøðurnar hjá teimum føroysku sjúklingunum, sum verða sendir til Keypmannahavnar, kunnu gerast betri.
Seinastu tíðina hevur eitt sindur verið frammi um, hvussu vánaligar umstøðurnar á føroyska sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn eru.
Bill Justinussen sigur, at síðani hetta var frammi í Sosialinum og øðrum fjølmiðlum herfyri, hevur hann fingið hann frætt frá heilt nógvum fólki, sum eisini hava givið ilt av sær um umstøðurnar á hotellinum.
? Eitt nú er, at legionella bakterian er staðfest í vatninum og tað hevur ført við sær, at sjúklingar við veikari immunverju ikki eru sloppin í bað. Men aðrir trupulleikar hava eisini verið, eitt nú hevur ventilatiónin ikki virkað, svampur eru í onkrum verilsum, onki fríøki er rundanum, og hotellið er so lítið, at onkuntíð er reitt upp til fólk á baðiverilsum, ella at verilsi eru leigað á øðrum hotellum. Somuleiðis skuldi garðurin gerast til fríøki, men tað er ikki hent enn.
? At rúm ikki skal vera fyri øllum á Hotel Tórshavn, er ikki nøktandi, tí starvsfólkið har eru sjúkrasystrar og skulu fólk gista aðrastaðni, er ein partur av endamálinum burturdottin.
Bill Justinussen sigur, at tey allarflestu, hann hevur frætt frá, kæra seg um, hvussu vánaligar umstøðurnar eru. Og ganga vit útfrá, at tað bara er toppurin á ísfallinum, sum vit frætta um, mugu vit ásanna, at umstøðurnar eru alt annað enn nøktandi, sigur Bill Justinussen.
? Og tá ið ónøgdin er so stór, sum hon er, mugu vit kanna málið fyri at vita, hvat vit kunnu gera, leggur hann afturat.

Kanna ymsar møguleikar
Bill Justinussen sigur, at fleiri møguleikar eru.
Fólk út umsitingini í Trivnaðarmálaráðnum kanna umstøðurnar. Eitt nú skal hotellið, sum grønlendingar hava og tey skulu eisini tosa við felagið, sum eigur húsið, sum Hotel Tórshavn er í, fyri at vita, um tað ikki ber til at gera umstøðurnar betri.
Samstundis eru tey í Trivnaðarmálaráðnum farin at kanna eftir, sum sásttmálin um leigumálið er hildin, ella um hann brotin so illa, at tað ber til at siga hann upp og at sleppa burturúr leigimálinum.
Sostatt verður arbeitt við fleiri møguleiknum, bæði møguleikanum at gera umstøðurnar á hotellinum betri. Men kannað verður eisini, um tað ber til at leiga ein størri part av húsinum fyri at gera hotellið størri, og somuleiðis verður møguleikin kannaður at siga leigusáttmálan upp og at leiga eini heilt onnur høli, ella at keypa eini høli.
Enn veit hann ikki, hvat endin verður.
Men hann ásannar eisini, at hetta er ein peningaligur spurningur, tí landsstýrið hevur hámark fyri, hvussu nógvur peningur kann brúkast, fyri ikki at missa tamarhaldið á búskapinum, so at vit enda aftur í kreppu og sostatt eru fíggjarligu karmarnir avmarkaðir.
Bill Justinussen sigur eisini, at arbeitt verður somleiðis við at fáa fleiri viðgerðir á Landssjúkrahúsið, sum nú fáast á Ríkissjúkrahúsinum, eins og spurningurin um at senda sjúklingar til onnur lond, enn til Danmarkar, eisini verður viðgjørdur og spurningurin um Hotel Tórshavn skal eisini síggjast í tí ljósinum.
? Spurningurin er, hvussu fast vit skulu læsa okkum í Hotel Tórshavn, tí enn vita vit ikki, hvussu nógvir sjúklingar fara at verða sendir til Keypmannahavnar í framtíðini. ( Sí eisini greinina niðanfyri).