Ónøgdir, men nøgdir kekkar

Kekkia tapti í gjár 1-0 fyri Portugal í fjórðingsfinaluni í EM endaspælinum í Pólland og Ukraina. Hóast tapið, so eru kekkar ikki so ónøgdir við samlaða avrikið.

 

Tølini siga, at Kekkia einki skot hevði á mál. Tað sigur í sær sjálvum nógv um avrikið hjá Kekkia í gjár. Hóast tað, so eru kekkar ikki so vónbrotnir av samlaða avrikinum í hesum EM endaspælinum.

 

«Vit mugu nokk ásanna, at Portugal vann uppiborið. Vit spæla upp við teir í fyrra hálvleiki og megna at verja fyri álopunum hjá teimum, men í seinna hálvleiki renna vit ov nógv eftir bóltinum og blíva troyttir, staðfesti kekkiski miðverjin, Tomas Sivok, eftir dystin í gjár.

 

Tomas Sivok vísti eisini til Cristiano Ronaldo sum tað avgerandi leikaran á vøllinum.

 

«Cristiano Ronaldo vísti í dag, at hann er ein av tveimum teimum bestu leikarunum í heiminum. Málið hann skorar vitnar um hvussu torførur hann er at verja fyri, segði Tomas Sivok.

 

Kekkia fekk ein ordans umgang í fyrsta dystinum móti Russlandi, sum vann heili 4-1. Tað eydnaðist tó Kekkia at koma víðari sum vinnari av bólkinum.

 

« Vit hava prógvað okkara styrki við at koma aftur í aftur eftir tapið móti Russlandi. Vit eru sjálvandi vónbrotnir av at skula heim nú, men um vit vóru hepnir, so komu vit víðari eins og í 1996, segði Tomas Sivok.