Manchester United-miðvallarin Paul Scholes kunnger í dag, at hann hevur gjørt av at gevast við fótbóltinum, tá hetta kappingarárið endar.
-Ja, eg havi gjørt av at gevast. Alt mítt lív havi eg ynskt at spæla fótbólt, og tað hevur verið ein stórur heiður at spæla so leingi við heimsins besta venjara. Liðið hevur eina góða javnvág nú og fer framhaldandi at menna seg undir David Moynes, sigur Scholes.
Paul Scholes gavst aftan á kappingarárið 2010-2011, men byrjaði aftur í januar í 2012, og síðani hevur hann havt ein týðandi leiklut í fleiri dystum hjá Manchester United.
Paul Scholes, sum er 38 ára gamal, hevur spælt 716 dystir fyri Manchester United, og hann hevur skotið meiri enn 150 mál. Hann hevur eisini spælt 68 landsdystir fyri Ongland.