Thomas Dam hevði sína fyrstu formansfrágreiðing á Ársmøtinum í ár. Síðsta ársmøti boðaði fyrrverandi formaðurin, Bergur Debes Joensen, frá, at hann gavst sum formaður.
Thomas er fyri tíð síðani komin í gongd sum formaður, og hann hevur millum annað verið stigtakari til samleikaskjalið, sum Heimamissiónin nú fer at gera.
Fìggjarleiðarin Jørmund Foldbo legði roknskapin fram, og hann kundi vísa á eitt yvirskot. Hetta fegnaðust fundarluttakararnir seg sum vera mann um.
- Eg skal tryggja tykkum, at alt yvirskotið framvegis verður nýtt til at fremja missión, segði Jørmund.
Á fundinum kom eisini fram, at Heimamissiónin fer at leggja seg eftir, at fáa eftirlønarskipanir til starvsfólkini næsta ár.