Annette Vilhelmsen, sum leygardagin varð vald til formann í Sosialistiska Fólkaflokkinum, hevur fingið eina góða móttøku frá teimum donsku veljarunum. Tað vísir ein meiningakanning, sum er gjørd fyri danska kringvarpið.
Eftir kanningini hava 41 prosent av teimum spurdu eina jaliga uppfatan av Annette Vilhelmsen. Bara 10 prosent siga tað øvugta.
Epinion, sum hevur gjørt kanningina fyri DR, hevur eisini roknað seg fram til, at Annette Vilhelmsen er tann triðbest umtókti floksformaðurin í Danmark. Bara Lars Løkke Rasmussen og Margrethe Vestager eru meiri avhildin enn hon. Tað merkir so eisini, at hon er betur umtókt er Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðarri.
At enda gevur kanningin eina ábending um, at formansvalið kann fáa fleiri at velja SF. Flokkurin hevur mist nógvar veljarar tað seinasta árið, men í kanningini hjá DR siga níggju prosent av teimum, sum ikki valdu flokkin seinast, at tey helst fara at atkvøða fyri honum næstu ferð.