Nýggi ”motorvegurin” til Europa

Oddagrein:

Leygardagin var enn ein varði laðaður í føroyskari sjóvinnusøgu, tá umboð fyri føroyskar og danskar myndugleikar umframt vinnuna í báðum londum hátíðarhalda nýggju rutuna millum Havnina og Esbjerg. Á bryggjuni í Esbjerg var nýggi motorvegurin úr Føroyum inn á europeiska meginlandið tikin í brúk. Smyril Line hevur broytt sína rutuætlan soleiðis, at Norrøna um vetrarhálvárið siglir uppá Esbjerg heldur enn til Hanstholm. Henda avgerð varð sum vera man eisini sera væl móttikin í størsta ídnaðar- og mentanarbýnum á vesturstrond Jútlands. Borgarstjórin segði í síni fagnaðarrøðu seg vóna, at henda nýggja farleið fer eisini at knýta vinarbond millum Esbjerg og Havnina. Eisini kom fram, at nýggja rutan fer at skapa nýggjar møguleikar fyri bæði ferðafólk og vinnu.

 

Smyril Line fer kortini ikki at sleppa Hanstholm. Summarmánaðirnar juni, juli og august fer framhaldandi at verða siglt til norðurjútska býin fyri at klára at halda ferðaætlanina.

 

At nýggja farleiðin til Esbjerg fer at hava stóran týdning fyri Smyril Line og Føroyar sum heild fekst tú eina greiða fatan av, tá ikki færri enn tríggir landsstýrismenn høvdu valt at brúka vikuskiftið til júst hesa hending. Uttanríkisráðharrin, vinnumálaráðharrin og fíggjarmálaráðharrin, sum stuðlaðu ætlanini hjá løgtinginum at seta pengar í Smyril Line, vórðu tilsteðar til hátíðarhaldið í Esbjerg. Vinnumálaráðharrin hevði so eisini sín lut í hesum tiltakinum, har hann í røðu bar fram góðynski til fyritøkuna í hennara royndum at byggja brýr millum Føroyar og meginlandið. Hann legði stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er fyri føroyingar og ikki minst vinnulívið, at tað eisini í framtíðini er sjóvegis samband millum Føroyar og meginlandið alt árið.

 

Tað var annars um reppið, at henda farleið glapp okkum av hondum. Um ikki landsstýrið og ein meiriluti av Føroya løgtingi tóku undir við at seta almennan partapening í Smyril Line, so høvdu vit mist meira enn 20 ára royndir og know how av ómetaliga stórum týdningi og virði. Norrøna hevði verið seld og alt virksemi hjá fyritøkuni varð farið fyri bakka med alla. Vit teljast ikki millum teirra, sum halda, at onnur kortini høvdu megnað at bygt hetta uppaftur á tað støði, sum Smyril Line í dag hevur ment seg til at vera á.

 

Nú mugu vit so bara hava álit á, at Smyril Line við teimum nýggju fólkunum, sum eru sett á stýra skútuni og halda henni á rættari kós, megna uppgávuna. Og vit loyva okkum so eisini at síggja fram til einaferð í framtíðini, at fyritøkan saman við myndugleikum her heima og úti kann fara undir aftur at sigla til Noregs og Skotlands kanska við øðrum skipi. Hetta er kanska ikki rætta tíðin til at tosa um slíkt, men tað er týdningarmikið at hava vissiónirnar livandi umframt at tryggja sær eitt haldgott og trygt grundarlag at standa á. Við núverandi konsepti skuldi borið til at hildið skútuni á kós – til frama fyri føroyska vinnu og føroyingar sum heild, her ikki minst til at fáa komandi ættarlið at kenna seg tættari knýtt at umheiminum og øvugt.