Nýggi risin í føroyskum vinnulívi

Tað verður Poul Hansen, advokatur, sum í fleiri ár hevur fingist við skiparakstur, ið verður nevndarformaður í partafelagnum, sum hevur keypt seks skip og fimm fiskavirkir, sum Faroe Seafood-samtakið átti. Stjórar eru Anfinnur Olsen og Jógvan Dávid Jacobsen

NÝGGJUR RISI

Mánadagin í vikuni varð sáttmáli undirskrivaður millum partafelagið, sum kallast 16. februar 2011 og trotabúgvini eftir Faroe Seafood og Faroe Fish II. Avtalan snýr seg um tey fýra fiskavirkini í Runavík, Toftum, Vestmanna og Vági – og tey seks skipini, Bak, Stelk, Heyk, Falk, Rók og Lerk.
Tað eru trý feløg, ið hava stovnað partafelagið, sum nú eigur hesar ognir. Tey eru Bacalao í Havn, har Poul Hansen, sum nú er nevndarformaður, hevur sítt tilknýti. Poul er sonur Aksel Hansen, sum í mong ár fekst við skiparakstur, og sjálvur hevur Poul eisini fingist við skiparakstur í fleiri ár.
Hini feløgini, Varðin í Gøtu og Framjerji á Toftum, eru tey, sum hava verið á bananum sum møguligir keyparar av Faroe Seafood heilt síðan byrjan. Varðin eigur uppisjóvarskipini, Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksaberg – og Framherji eigur uppisjóvarskipið Fagraberg og flakatrolaran, Vesturvón.

Ein vinnulívsrisi
Felagið, sum er stovnað og sum nú eigur hesar ognir, er størsti risi í føroyskum vinnulívi, tó at hann enn er væl minni, enn stóra samtakið Faroe Seafood var.
Í fyrsta lagi átti Faroe Seafood-samtakið fleiri virkir, enn nýggja felagið eigur. Umframt tey virkir, sum nýggja felagið hevur keypt, átti Faroe Seafood eisini fiskavirkið í Havn, sum var í gongd, til samtakið endaði í skiftirættinum. Haraftrat átti felagið fiskavirkið í Miðvági og fiskavirkið á Tvøroyri, sum eftirhondini hava ligið still leingi.
Faroe Seafood átti eisini tveir triðingar í partrolarunum, Jaspis og Ametyst og helmingin í djúpvatnstrolaranum, Ednu. Haraftrat átti felagið landingarmiðstøðina Kongshavn í Saltangará og lut í øðrum ognum, eitt nú triðingin í felagnum Salm Pro, sum er laksavirkið í Fuglafirði, ið tó hevur ligið stilt síðan fjør heyst.
Tað skerst tó ikki burtur, at nýggi fiskivinnurisin í føroyskum vinnulívi er rættiliga stórur eftir føroyskum mátistokki.

Felagið skipað
Umframt Poul Hansen, sum nú er nevndarformaður, eru hini í nevndini: Torsteinn Már Baldvinsson, stjóri í Samherja í Íslandi, Elisabeth Ditleifsdóttir Eldevig Olsen og Tummas Thomsen í Gøtu.
Elisabeth er kona Anfinn Olsen og eigur eins eins og maðurin ein triðing í Framherja, og síðan er tað Tummas Thomsen, sum í nevndini umboðar partin hjá Varðanum í Gøtu.
Stjórar í nýggja felagnum, sum nú fer at reka skip og virkir, eru Anfinnur Olsen og Jógvan Dávid Jacobsen, sum umboða ávikavist Framherja og Varðan.
Partapeningurin í 16. februar 2011 er 50 miljónir krónur og er goldin kontant til kurs 100.