Stór mannfjøld var mánakvøldið savnað á Kósini í Klaksvík at taka ímóti, tá nýggi Skálaberg flaggskrýddur legði til bryggju.
Hornorkestrið spældi, og Brandur Enni sang tjóðsangin. Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík og Hanus Hansen, stjóri hjá JFK-Trol, fluttu fram røðu.
Eftir hátíðarligu móttøkuna, bjóðaði Hanus øllum umborð at síggja stásiliga skipið. Og nógv vóru tey, ið nýttu hetta høvi.
Bestu umstøður
Umstøðurnar umborð eru serstakliga góðar. Manningarrúmini eru rúmlig, og útvarp, sjónvarp og kuldaskáp eru á hvørjum kamari. Umframt kondirúm og sauna, er eisini teldurúm til manningina.
Skrokkurin á Skálabergi er bygdur í Ukraine. Haðani varð hann sleipaður til Kirkenæs í Noregi og varð bygdur liðugur á skipasmiðjuni, Kimek.
Trolarin er 74,5 metrar langur og 16 metrar breiður. Hann hevur 4 trolspøl og banar, sum gera tað møguligt at fiska við trimum trolum í senn. Hetta er fyrsti flakatrolari, sum kann royna við trimum trolum í senn og samstundis eisini tann fyrsti, sum kann royna við flótitroli eftir kongafiski.
Einki til spillis
Fabrikkin er útgjørd soleiðis, at einki av fiskinum fer til spillis. Alt verður gagnnýtt. Halda metingarnar hjá Kimek, kann Skálaberg frysta 120 tons um døgnið.
Skálaberg fer fyrsta túrin mikudagin. Fyrst verður farið til Íslands eftir troli og pakningi. Síðani fara teir í Irmingarhavið at royna eftir kongafiski í einar 3 vikur.
Heimafturkomnir úr Irmingarhavinum, fer Skálaberg í Barentshavið at royna eftir toski og hýsu.
Á heimasíðuni hjá Kimek verður sagt, at Skálaberg er ein av heimsins størstu toskatrolarum.