Nýggi Smyril eitt lítið sindur seinkaður

Arbeiðið at projektera nýggja Suðuroyarskipið, skuldi verða liðugt í dag, men tað verður tað ikki.

 

Tað er nú greitt, at tíðarætlanin, sum varð sett til at byggja nýggjan Smyril, fer ikki at halda heilt. Men frávikið í tíðarætlanini, verður kortini ikki stórt

Eftir ætlanini , skuldi arbeiðið at projektera tað nýggja suðuroyarskipið verða liðugt í dag.

Men tað verður tað ikki

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, sigur, at tað verður ikki fyrrrenn vit eru komin nakað út í januar, at arbeiðið at projektera skipið, verður liðugt.

So talan er ikki um nakra nevniverda seinking.

Strandferðslustjórin sigur, at talan er um eina so stóra verkætlan, at tað hevur allarstørsta týdning at fyrireika arbeiðið væl fyri at úrslitið skal vera so gott sum gjørligt.

? Tí halda vit, at tað er skeivt at streingja á fyri at fáa arbeiðið liðugt til ásetta dagin, tí avleiðingin av tí kann verða, at alt verður ikki nóg væl gjøgnumhugsað.

?Vit halda, at tað hevur nógv størri týdning at fáa skipið lagt so væl til rættis sum gjørligt og tí hava vit gjørt av, at tað skal taka tað tí, sum tað krevur.

Strandferðslan heldur , at hetta fer eisini at gera arbeiðið bæði lættari og bíligari í longdini.

Og orsøkin til, at skipið er seinkað, er júst tað, at tað eru ymsir lutir í skipinum, sum skulu viðgerast gjølligari.

Annars sigur hann, at arbeiðið gongur hampiliga væl.

Umboð fyri Knud E. Hansen, sum er felagið ið projekterar skipið, hava verið í Føroyum í hesi vikuni . og týsdagin kunnaði Strandferðslustjórin og umboðini fyri Knud E. Hansen, vinnumálastýrið um arbeiðið higartil.